Tíðindi

16. jun 2020

Kommunustýrisfundur 15.06.2020

 

Kommunustýrisfundur 15.06.2020 
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen og
Pole J. Hansen  

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:15


Mál nr.:  104-9-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Gamla missiónshúsið
Avgerð: Atkvøðugreiðsla:
Uppskot frá Pola um at málið verður útsett til næsta kommunustýrisfund, sum verður 31. august. :
Fýra atkvøður fyri og tríggjar ímóti.
Artur, Pole, Súni og Jákup atkvøddu fyri.
Lisa, Steingrím og Anfinn atkvøddu ímóti.

Uppskotið er samtykt. Málið verður útsett til næsta kommunustýrisfund.

Viðmerking frá Lisu: Tað er rættiliga ørkymlandi, at ein borgarstjóri kann seta sína undirskrift undir eitt uppskot, samstundis sum heitt verður á aðrar kommunustýrislimir um at fáa undirskriftir frá borgarum til vega. Tá eigur og skal ein halda avtaluna.


Mál nr.:  104-2-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Skúlabarnakoyring
Avgerð: Samtykt at gera nýggjan sáttmála um skúlabarnakoyring sambært uppskoti frá 27. mai 2020


Mál nr.:  104-5-2020 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Leiguprísir í bygdahúsinum
Avgerð: Samtykt sambært uppskoti frá 27. mai 2020

 

Mál nr.:  546-1-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vinnuøki á Hulki
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini og brúka kr. 410.000 til kaðalar, mastrar, rør og ventilar til vatnleiðing. Víst verður til RS-751.

Viðmerking frá Lisu: Tá verkætlan verður lýst eiga vit at lýsa allan kostnaðin frá byrjan, hetta fyri sleppa undan eykajáttanum.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023
21. nov 2023
Kommunustýrisfundur 20.11.2023
24. okt 2023
Kommunustýrisfundur 23.10.2023
27. sep 2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
29. aug 2023
Kommunustýrisfundur 28.08.2023

Send boð til Sjóvar kommunu