Tíðindi

04. jun 2020

Søkt verður eftir køksfólki til Sjóvarlon

Sjóvarlon søkir eftir einum køksfólki fyri køksfólk í barnsburðarfarloyvi at arbeiða 38,5 tímar aðru hvørja viku.

Arbeiðstíðirnar eru um dagin og eru tímarnir býttir á allar sjey dagarnar í vikuni.

 

FØRLEIKAKRØV

·       Tær dámar og tú dugur at gera mat

·       Tú hevur KT førleika á brúkarastøði

·       Tær dámar at arbeiða við eldri fólki

·       Tú hevur hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búeind í menning

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR:
•tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
•tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
•tú ert røkin og arbeiðsson/samur
•tú ert fleksibul og tolir broytingar

 

VIT BJÓÐA

·       Virknar og dugnaligar starvsfelagar

·       Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur

·       Ávirkan á menningina á Sambýlinum

·       Góða innleiðslu

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður at seta sum skjótast til 30.juni 2021 og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið

 

MÆRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunn Olsen, deildarleiðara á Sjóvarlon, telefon 793387 ella við telduposti til gunno(at)rodin.fo

 

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin(at)rodin.fo. Viðmerkjast skal “køksfólk til Sjóvarlon”

Umsóknarfreistin er 14. juni 2020.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag

Send boð til Sjóvar kommunu