Tíðindi
27. mar 2020
Earth Hour í Sjóvar kommunu
Sjóvar kommuna ynskir eisini at luttaka við í Earth Hour 2020, sum verður í morgin, leygarkvøldið 28. mars.
Kommunan luttekur við at sløkkja øll gøtuljós í kommununi, undantikið ljósini á havnaløgunum. Ljósini verða sløkt í tíðarskeiðnum kl. 20.30-21.30.
Vegna sløkt gøtuljós, verða fólk biðin um at verða sera ansin í ferðsluni hetta tíðarskeiðið.
Earth Hour, ella jarðarinnar tími, er eitt altjóða átak, hvørs endamál er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd og lívfrøðiligt margfeldni. Átakið byrjaði í Sydney í 2007, og einstaklingar, fyritøkur og kommunur í fleiri enn 180 londum luttaka í hesum átakið. Um ein ynskir at lesa meira um hetta átak, kann man trýsta á her.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
23. sep 2026
Talvvenjing byrjar aftur
17. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24. sep.
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvsfólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026