Tíðindi
Kommunustýrisfundur 28.05.2018
Møtt: Artur, Lisa, Pole, Steingrim, Súni, Jákup og Anfinn
Umframt: Bárður Danielsen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 17:00-18:40
Mál nr.: 104-5-108
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Nýtt búmerki.
Trivnaðarnevndin mælir til at hækka virðislønina fyri vinnarauppskotið til kr. 20.000
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Mál nr.: Ársroknskapur og grannskoðanarprotokoll 2017
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Ársroknskapur og grannskoðanarprotokoll 2017
Inntøkur, skattur og annað kr. 46.525.000
Rakstur, íroknað rentur kr. -36.068.000
Íløgur kr. -19.008.000
Avlop áðrenn avdráttir kr. 448.000
Nettoskuld pr. 31.12.17 kr. -12.099.000
Avgerð: samtyktur og undirskrivaður
Mál nr.: 104-1-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Sáttmálin við Højbilar gondur út ultimo juni 2018
Avgerð: Samtykt at leingja sáttmálan til 30. juni 2019
Roknskapurin hjá Roðanum fyri 2017 framlagdur
Roknskapurin hjá Kongshavnar havn 2017 framlagdur