Tíðindi

03. sep 2026

Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík


4 og 5. september hevur Jamilla Collins sína fyrstu einstaklingaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin hevur heitið The Living Word.

Jamilla er fødd og uppvaksin í Brooklyn í New York, og listin hevur fylgt henni, síðani hon var ung. Hon gekk á fleiri listaskúlum í New York, millum annað NYC Museum School, High School of Art and Design og Pratt Institute, har hon fekk høvi at menna seg sum listafólk.

Men listin er bara ein partur av søguni. Jamilla hevur eisini stóran áhuga fyri bíbliuni og kristni trúnni og hevur lisið á Moody Bible Institute. Í málningunum sæst ein samanrenning millum bæði áhugamálini. Hon málar verk, sum taka støði í menniskjum, lívinum, trúnni og tankum, sum kunnu fáa okkum at steðga á eina løtu.

Í dag býr Jamilla í Føroyum, og tað sæst eisini aftur í verkunum. Á framsýningini verða bæði málningar av føroyskum fólki og landslagi, og meira persónlig verk við íblástri úr trúgv og lívinum rundan um okkum.

Hetta er fyrstu ferð, Jamilla vísir síni verk fram á eini einstaklingaframsýning. Til ferniseringina spæla Sára Sámalsdóttir Steinkross og Jona Pállsdóttir Jacobsen nøkur løg.

Opið er:

4. september kl. 18.00–21.00

5. september kl. 12.00–18.00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september

Send boð til Sjóvar kommunu