Tíðindi

23. jun 2026

Kommunustýrisfundur 18.06.2026

 
Kommunustýrisfundur  18.06.2026

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, 
Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard
  
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17:30

Mál nr.: 104-3-2026, broyting í kommunustýrisskipan
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Onnur viðgerð av broyting í kommunustýrisskipan
Avgerð: Samtykt. Seks atkvøður fyri: Hans Anders, Jóhan, Drós, Sonni, Sandra og Artur. Ein atkvøða blonk: Noomi
 

Mál nr.: 544-6-2026, 30 km. øki fyri Strendur
Reist av: Evu Andersen 
Málslýsing: Eva Andersen heitir á kommununa um at gera alla bygdina Strendur til 30 km. øki, soleiðis, at tað ongastaðni verður loyvt at koyra meira enn 30 km/t. Tøkni- og býarskipanarnevndin tekur undir við uppskotinum, og leggur tilmæli fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at allir bygdavegir á Strondum verða broyttir til 30. km/t. Umsitingin arbeiðir við málinum.


Mál nr.: 544-8-2026, gøta millum Kolbeinagjógv og Strendur
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Gøta eftir gomlu farleiðini (bygdagøtuni) millum Kolbeinagjógv og Strendur. Kommunustýrið hevur sett pening av á FÆ26 at gera gøtu eftir gomlu farleiðini (bygdagøtuni) millum Kolbeinagógv og Strendur.

Heygshagi eigur lendið, har farleiðin gongur, og hagastýrið fyri Heygshaga hevur, útfrá umsókn frá Sjóvar kommunu, játtað umsóknini at gøta verður gjørd eftir farleiðini, treyta av at kommunan ber allan kostna av íløgu og viðlíkahaldi.

T&U nevndin mælir til at fara í gongd við verkætlanina. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&U. Peningur er tøkur á RS-671. Lagt fyri kommunustýri.

Avgerð: Samtykt at fara undir at gera gøtuna millum Kolbeinagjógv og Strendur. Peningur er tøkur á RS-671.
 

Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Veljast skal bygginevnd til bygging av ítróttarhøll á Strondum.
Uppskot frá Hans Anders: Artur, Drós og Hans Anders.

Avgerð: Samtykt við seks atkvøðum fyri og einari ímóti, at velja Hans Anders, Artur og Drós í bygginevnd. Fyri: Hans Anders, Jóhan, Drós, Sonni, Sandra og Artur. Noomi atkvøddi ímóti. Viðmerking frá Noomi: Bæði minniluti og meiriluti burdu verði umboðaði í nevndini.
 

Jóhan luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 104-5-2026

Mál nr.: 104-5-2026, umsókn um at verða loystur úr nevndarsessum
Reist av: Jóhan H. Funn  
Málslýsing: Umsókn um at verða loystur frá nevndarsessum í kommunustýrinum. 
Í samband við, at Jóhan H. Funn er settur í starv sum byggifrøðingur í Sjóvar kommunu, heitir hann á kommunustýrið um at loysa seg frá nevndarsessum, hann sum kommunustýrislimur er valdur í.

Avgerð: Samtykt at ganga umsóknini á møti, og loysa Jóhan Funn frá øllum nevndarsessum í kommunustýrinum.

Mál nr.: 104-7-2026, velja nevndir av nýggjum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot um at lækka um talið av nevndum. Skotið verður upp at taka hesar nevndir av:

Tøkni- og býarskipanarnevnd
Trivnaðar- og umhvørvisnevnd
Mentanar- og frítíðarnevnd
Vinnu- og havnanevnd

Mælt verður til, at hesar nevndir verða valdar í staðin:

Trivnaðar- og umhvørvisnevnd
Tøkni- og vinnunevnd

og, at tær verða mannaðar soleiðis:  

Trivnaðar- og umhvørvisnevnd:
Sandra L. Østerø
Sonni Johansen
Artur Johansen

Tøkni- og vinnunevnd:
Drós Ellingsgaard
Sandra L. Østerø
Sonni Johansen

Somuleiðis verður skotið upp, at fíggjarnevndin verður skipað av nýggjum:

Fíggjarnevnd:
Hans Anders Jacobsen
Drós Ellingsgaard
Artur Johansen

Jóhan Funn er eykalimur í nevndunum í IRF, Konghavnar havnastýri og Skálafjarðar sløkkiliði, og verður skotið upp, at hesir taka hansara nevndarsessir:

Eykalimur í IRF: Sonni Johansen

Eykalimur í Kongshavnar havnastýri: Hans Anders Jacobsen

Eykalimur í SKS: Artur Johansen

Jóhan Funn er umboð fyri kommunustýrið í skúlastýrinum, og skotið verður upp, at Artur Johansen tekur henda sess.

Skúlastýrið: Artur Johansen

Uppskotsstillararnir eru: Sonni Johansen, Artur Johansen, Sandra L. Østerø, Drós Ellingsgaard, Hans Anders Jacobsen og Jóhan H. Funn.

Avgerð: Samtykt við seks atkvøðum fyri at samtykkja uppskotið. Ein atkvøða var ímóti. Hesi atkvøddu fyri: Hans Anders, Jóhan, Drós, Sonni, Sandra og Artur. Noomi atkvøddi ímóti.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð

Send boð til Sjóvar kommunu