Tíðindi

28. okt 2025

Kommunustýrisfundur 27.10.2025

 
Kommunustýrisfundur 27.10.2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17:30

Mál nr.: 541-11-2025, broyting í byggisamtykt
Reist av: Hans Sofus Jacobsen 
Málslýsing: Søkt verður um at byggisamtyktin fyri matr. nr. 245 í Kolbeinagjógv verður broytt frá K-øki (landbúnaður) til G-øki (neystaøki)
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 245 frá K-øki (landbúnaður) til G-øki (neystaøki) sum víst á korti.

Mál nr.: 546-1-2025, útbygging av havnalagnum á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Onnur viðgerð. Við fyrstu viðgerð varð samtykt at seta kr. 5,5 mió. av í 2025 á RS-751, sum skal regulerast av RS-655, vinnuøki. Restin av íløguni verður sett av á fíggjarætlanini fyri 2026.
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð at seta kr. 5,5 mió. av í 2025 á RS-751, sum verður regulerað av RS-655, vinnuøki. Restin av íløguni verður sett av á fíggjarætlanini fyri 2026.

Samtykt at taka av samlaða tilboðnum og seta arbeiðið í gongd. 

Mál nr.: 546-1-2025, útbygging av havnalagnum á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Á Fíggjarætlanini fyri 2025, eru kr. 200.000 avsettar til vatnveiting á Hulki.
Tekniski leiðari hevur gjørt eina kostnaðarmeting, og mælir til at arbeiði verður sett í gongd. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðara. Peningur er tøkur á RS-651. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Peningur er tøkur á RS-651. Samtykt at seta arbeiðið í gongd. 

Mál nr.: 211-2-2025, fíggjarætlan 2026
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av fíggjarætlan fyri 2026.
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt sambært uppskoti. Onnur viðgerð verður 27. november. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. mai 2026
Kommunustýrisfundur 30.04.2026
30. apr 2026
95 ára føðingardagur
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
27. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. mars 2026
27. apr 2026
Fíggjar­nevndin 27.04.2026
24. apr 2026
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir við Lághálsar
24. apr 2026
Barna­verndar­tænastan við Skálafjørðin søkir eftir málsviðgerðum
24. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. apríl

Send boð til Sjóvar kommunu