Tíðindi

01. jul 2025

U21 leikararnir komnir heim við bronsuni

Sum hjørtir skjótir at renna,
ei gratt teimum skot og blak,
hart mundu teir spengur spenna
til glíming og brøkratak.

Okkara U21 hondbóltsspælarar tóku øll á bóli tá teir í heimsmeistarakappingini í Póllandi ikki gjørdu mætari enn at enda á triðja plássi, og vunnu bronsu.

Eingin hevði roknað við, at hondbóltsspælarar úr hesum lítla landi skuldu koma so langt. Teir vóru ikki ein gong kvalifiseraðir til endaspælið, men sluppu við tí New Zealand gav avboð. 

Og hvat gera teir so? Teir spæla seg simpulthen til eitt triðjapláss! 

Føroyar er minsta tjóð, sum nakrantíð hevur verið við í einum HM-endaspæli, og hesir ungu garpar hava av sonnum sett okkum á landakortið. Tað mundu vera nógv, sum undan hesi kapping ikki vistu, hvar Føroyar er, men hetta er broytt nú.

Av sonnum kann hetta kallast eitt bragd, og tað er ikki sørt, at vit eru errin av, at vit eiga tríggjar av hesum ungu monnum. Sofus, Trúgvi og Búi hava allir slitið sínar hondbóltsskógvar í St.Í.F., og væl er teimum lagt í beinini, má sigast.

Tá landsliðshópurin í gjárkvøldið kom aftur, vóru Artur Johansen, varaborgarstjóri og Drós Ellingsgaard, forkvinna í Mentanar- og frítíðarnevndini í Sjóvar kommunu á flogvøllinum og handaðu okkara dreingjum blómutyssi frá kommununi.

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
11. nov 2025
90 ára føðingardagur
11. nov 2025
Vaskifólk til skúlan
10. nov 2025
Felags foreldrafundur í Stranda Skúla
10. nov 2025
Strandagentur eru best
07. nov 2025
25 ára starvsdagar
07. nov 2025
Varðveitingarmiðstøð Innan Glyvur
06. nov 2025
Fríðuf­løtur stongdur fríggjamorgunin
04. nov 2025
Valúrslit frá kirkju­ráð­svali­num í Sjóvar kirkju

Send boð til Sjóvar kommunu