Tíðindi

26. jun 2025

Myndir frá framløguni av staðarnøvnum á Selatrað

Sunnudagin 22. juni var forkunnugt tiltak á gomlu smoltstøðini á Selatrað. Símun Mittún, Max Cecil Weihe og Kári Jacobsen løgdu fram tað stóra arbeiðið, teir hava gjørt at talgilda staðarnøvn á Selatrað.

Julia Kass bjóðaði vælkomin, og síðani greiddu Símun og Max frá ymiskum um Selatrað og staðarnøvn, ímeðan Kári hegnisliga vísti okkum myndir á stórskerminum av øllum tí ymiska, greitt varð frá um.

Tá framløgan varð liðug, varð boðið til kaffi, og síðani varð fari ein gongutúr í sunnaru helvt av bygdini, har Max greiddi frá staðarnøvnum á leiðini.

Myndir frá degnum síggjast niðanfyri.

Símun, Max og Kári hava – innangarðs og uttangarðs á Selatrað – skrásett gott og væl 600 staðarnøvn á tað almenna talgilda kortið hjá Sjóvar kommunu. Til mong av staðarnøvnunum eru knýttar frálíka góðar fotomyndir – bæði nýggjar og gamlar – umframt áhugaverdar frágreiðingar.

Kortið við staðarnøvnum sæst her.

Fyri at finna staðarnøvnini á Selatrað skal mynddragast (sumast) inn á bygdina Seltrað. Trýstast skal á "Løg" ovast í høgra horni, og flugubein setast frammanfyri "Staðarnøvn - Punkt". Tá hetta er gjørt ber til at fara á spennandi staðarnavnaferð runt í bygdini.

Staðarnøvn eru eisini skrásett aðrastaðni í kommununi, sum eisini síggjast á sama kortið.

Sjóvar kommuna takkar enn einaferð Símuni, Max og Kára fyri tað megnar arbeiðið teir hava gjørt at skráseta staðarnøvn á Selatrað.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2025
Myndir frá framløguni av staðarnøv­num á Selatrað
25. jun 2025
Ungí arbeiði 2025
26. mai 2025
Myndarøð- Kvinnu­kvøldið 2025
11. mai 2025
Myndarøð frá ruddingar­deg­num 10-5-2025
28. mar 2025
Reisigildi á Hulki
27. mar 2025
Goymslutangar­nir fluttir
10. mar 2025
Myndarøð - oljutangar­nir koma á Hulk
17. nov 2024
Snældan 75 ára stovningardag

Send boð til Sjóvar kommunu