Tíðindi

19. jun 2025

Tað gongur framá við umvælingini av gomlu Tinggøtuni

Gøtan er søgulig og man vera elsta mannagjørda gøta í Eysturoy. Hon gongur úr Dungansvík niðan í fyrndarbýlingin, Heimi á Bø - har eysturoyingar hildu ting gjøgnum ótaldar øldir. Heilt fram til 1896, tá ið øll sýslutingini (uttan Suðuroyar Ting) blivu niðurløgd. Eftir hesari gøtuni gingu løgmaður, løgrættumenn, sorinskrivari og fúti við fylgi - til Selatrað Ting.

Arbeiðið við at umvæla Tinggøtuna byrjaði í 2018. Andras Jacobsen og Jóhan Karl Djurhuus, saman við øðrum sjálvbodnum, hava arbeitt við umvælingini, og nú eru umleið tveir triðingar av gøtuni umvældir. Um Bøá hevur í mong ár ligið ein lítil brúgv, sum nú er í vánaligum standi, og tí bóðu vit Olaf Funderud, sum arbeiðir hjá kommununi, gera eina nýggja brúgv. Olaf, sum er útbúgvin húsasmiður, var fegin fyri uppgávuna, sum hann heilhugaður fór undir. Í dag stendur henda vakra og snøgga brúgvin sum eitt prýði um Bøá.

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. jun 2026
Eldraráðið økisfund í bygdahúsi­num á Strondum
16. jun 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð
15. jun 2026
on
12. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18. juni
12. jun 2026
Fíggjar­nevndarfundur 11.06.2026
11. jun 2026
Framløga um grønmetis­velting og stovnandi aðalfundur
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár

Send boð til Sjóvar kommunu