Tíðindi

21. nov 2024

Kommunustýrisfundur 25. nov.

Mánadagin 25. nov., kl. 17:00 verður almennur kommunustýrisfundur á kommunuskrivstovuni

Mál nr.: 547-1-2024, umsókn um pressubingju á Hulki
Reist av: Jan Abrahamsen
Málslýsing: Søkt verður um eina pressubingju til bingjuplássið á Hulki. Fíggjarnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 659-1-2024, keyp av gróti
Reist av: MEKON
Málslýsing: Mekon hevur sent umsókn um, um kommunan vil keypa 4-6.000 m3 av yvirskotsgrótinum frá útstykkingini  við Hálsatjørn. Mekon koyrir gróti inn á Hulk uttan meirkostnað. Vinnu- og umhvørvisnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 211-1-2024, reguleringar í fíggjarætlan fyri  2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at gera hesar reguleringar: Reguleringar av fíggjarætlan 2024. Flytast til: RS-530 Stevnur og tiltøk 30 tkr., RS-562 Fornminnir 26 tkr., RS-580 Ítróttaranlegg 10 tkr., RS-690 Maskinamboð 70 tkr., RS-711 Renovatión 30 tkr. Peningur takast av: RS-520 Kvøldskúli -40 tkr., RS-570 Bygdahúsið -26 tkr., RS-620 Fríðkan -70 tkr., RS-581 Ítróttaranlegg -30 tkr. Fyrsta viðgerð.

Mál nr.: 211-2-2024, fíggjarætlan fyri 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð av fíggjarætlan fyri 2025
 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli

Send boð til Sjóvar kommunu