Tíðindi

30. sep 2024

Kommunustýrisfundur 30. september

 
Kommunustýrisfundur  30.09.2024, kl. 17:00

Mál nr.:  Staðbundnar nevndir
Reist av: Sjóvar kommunu 
Staðbundin nevnd er á Selatrað, skulu hinar bygdirnar eisini hava staðbundna nevnd?

Skal nevndin veljast sama dag sum kommunustýrisval er?

 
Mál nr.: 104-4-2024, umsókn um at víkja frá §4 í skeytinum
Reist av: Marnar Poulsen
Málslýsing: Matr. nr. 379i. Søkt verður um at víkja frá §4 í skeytinum, sum sigur, at: "Keyparin hevur ikki loyvi at selja stykkið víðari, fyrr enn sethús eru bygd á stykkinum".

Søkt verður um loyvi til at selja helvtina av grundstykkinum sjálvt um hús ikki eru bygd á stykkið enn.

Mál nr.: 547-1-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnuøki Innan Glyvur
Vinnu- og umhvørvisnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 211-1-2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eykajáttanir 2024
Mála skúlan 250 tkr. á RS-413. Klæða skúlan 900 tkr. á RS-413. Liðugtgerð av spæliplássi við skúlan 300 tkr. á RS-413. Keyp av jørð 70 tkr. á RS-635. Ungdómshús flyta játtan frá 2023 200 tkr. á RS-370. Systkinaavsláttur 80 tkr. á RS-390. Keyp av krana til lastbil 90 tkr. á RS-691. Keyp av Crombook teldum 150 tkr. á RS-412.

Íalt 2.040 tkr. Fíggjast við regulering av RS-581.
 
Tilmæli frá fíggjarnevndini. Lagt fyri kommunustýri.
 

Mál nr.: 211-2-2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarætlan 2025
Framløga frá fíggjarnevndini.
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
01. jul 2026
Vaskifólk til skúlan
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
25. jun 2026
Vatnið er nú reint aftur
24. jun 2026
Team Rynkeby vitjar á Strondum
23. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
22. jun 2026
90 ára føðingardagur
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
19. jun 2026
Í næstu viku (viku 26) tømir reinsi­tænastan hjá IRF rottangar Innan Glyvur

Send boð til Sjóvar kommunu