Tíðindi

26. jul 2024

Skrivari til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommuna
______________________________________________________________________________________

Starvið sum skrivari hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin er leyst at søkja til setan 1. oktober
2024 ella skjótast gjørligt.

Talan er um fulltíðarstarv, men við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Barnaverndartænastan, sum heldur til á Mýravegi 26 í Runavík, fevnir um Runavíkar-, Nes- og Sjóvar
kommunur.

Í Barnaverndartænastuni starvast 7 fólk, sum eru sosialráðgevar, sálarfrøðingur og skrivstovufólk.
Uppgávurnar hjá skrivaranum eru fjølbroyttar, og fevna, umframt um skrivarauppgávur í mun til
sosialráðgevararnar, eisini um journalisering, fyrireikan av innlitsumbønum, móttøku av viðskiftafólki,
telefon, skrásetan av hagtølum, umsiting av lønarviðurskiftum og annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv
Útbúgving sum skrivstovufólk/skrivari e.l
Góðar málsligar førleikar í føroyskum
Royndir í 360 journalskipanini kann vera ein fyrimunur

Vit ímynda okkum ein skrivara sum:
Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
Er fyrikomandi, jaligur og tænastusinnaður
Er ábyrgdarfullur og hevur góð samstarvsevni

Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Katrin Dam, leiðara, tlf. 237098.

Umsókn við prógvum og royndum skal sendast umvegis lýsingarportalin Alfred HER

Umsóknarfreistin er hósdagin 8. august 2024.

Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommuna samstarva um barnaverndartæanstuna sambært lóg um
Barnavernd. Í kommununum búgva áleið 7.000 fólk.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.
30. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29.10.2026
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu
29. okt 2026
Helgi spyr lands­stýrismannin um rundkoyring

Send boð til Sjóvar kommunu