Tíðindi

03. jul 2024

Tær góvu lív - Myndir frá bókaframløgu

Týskvøldið 2. juli var bókaframløga í kirkjuhúsinum við Sjógv, um nýggju bókina "Tær góvu lív" - um kvinnur, sum doyðu í barsilssong.

Nógv fólk vóru komin at lurta eftir hvat Rigmor Restorff Dam hevði at siga um nýggju bókina sum hon hevur skriva. 

Løtan byrjaði við at Rigmor bjóðaði øllum vælkomin. Síðani var sangframførðsla við Tórfríð Tausen og Niklas Hera Jákupsson. 

Tá tey høvdu sungið 2 sangir, legði Rigmor framm um bókina, um upprunan til bókina, hvussu hon hevur arbeitt, og hvussu tíðin var í tíðarskeiðinum, hon hevur valt at skriva um. 

Eftir frammløguna var bjóða til kaffi og kaku í Sjóvarstovu, har Rigmor signeraði, fyri teimum sum keyptu bókina.

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð

Send boð til Sjóvar kommunu