Tíðindi

01. jul 2024

Rottangatøming í Kolbeinagjógv, Morskranesi og á Selatrað

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku (viku 27) at tøma rottangar í Kolbeinagjógv, Morskranesi og á Selatrað.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

Tá rottangarnir verða tómdir, er eisini møguligt at fáa feittbrunnin tømdan.
Um tit eisini vilja hava feittbrunnin tømdan, so er at gera hann kláran, so at tað bara er at taka loki av, og siga við tann sum tømir, um eisini at tøma feittbrunnin.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

    Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. jun 2026
Uttandura hondbóltskapping 20. og 21. juni
05. jun 2026
So kom til "Bint alment" - leygar­dagin 13. juni
03. jun 2026
Vaðhorn virkað í meiri enn hálva øld
03. jun 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt
02. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
01. jun 2026
Sara fingið debut
01. jun 2026
Hesa vikuna (viku 23) tømir reinsi­tænastan hjá IRF rottangar á Strondum
01. jun 2026
Myndir: Konsert við Marius Zika á Kom-út-vikuni

Send boð til Sjóvar kommunu