Tíðindi

02. apr 2024

Strálan 35 ár


Ungmannafelagið Strálan varð stovnað 1989 og hevur tískil 35 ár á baki.

Strálan hevur bygt eitt neyst við bátahylin í Heygsstøð. Í kjallarahæddini standa kappróðrarbátarnir. Á miðhæddini er venjingarhøli, sum bleiv tikið í nýtslu 1. juni 2021.

Í 1991 fekk felagið sær kappróðrarbátin Stráluna. Seksmannafarið Strálan hevur verið mannað við monnum og onkur ár við kvinnum. Menninir hava verið føroyameistarar 4 ferðir, tað var í 1991, 1992, 2000 og 2001.

Í 2004 fekk felagið eitt nýtt seksmannafar, sum fekk navnið Strálan. "gamla Strálan" hevur fingið navnið: Stjørnan.  Eisini fekk felagið eitt nýtt fimmannafar í 2005, sum fekk navnið Strípan.

Skírsdag var hátíðarhald í bygdahúsinum har skipað varð fyri stórum páskareggjatombola, og Strálan bjóðaði kaku og kaffi.

Sjóvar kommuna ynskir Stráluni hjartaliga til lukku við árunum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð

Send boð til Sjóvar kommunu