Tíðindi

31. mar 2024

Summarkvøld á Strondum

Leygarkvøldið 11. mai 2024 skipar St.Í.F fyri stórum summartiltaki á vøllinum við bygdarhúsið á Strondum.

Vøllurin verður hetta kvøldið karmur um tvær konsertir við tveimum av okkara mætastu tónleikabólkum - Høgna Lisberg og Týr.

Tað verður hugnaligt og familjuvinarligt, samstundis sum tað eisini verður garvilt og møguliga eitt sindur bygdasligt. Umframt tvær stórslignar konsertir, verður eisini okkurt á skránni til børnini, og ymiskur matur og annað gott verður til keyps.

Kostnaður fyri atgongumerki: kr. 295
Børn upp til 12 ár gjalda ikki.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo

Meir kunning um tiltakið kemur seinni.

Setið ein stóran kross í álmanakkan 11. mai 2024.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð

Send boð til Sjóvar kommunu