Tíðindi

06. des 2023

Stranda sjónleikarafelag endurstovna

Tann 23. novembur var kunningarfundur um ætlaninar at endurstovna Stranda sjónleikarafelag, og um undirtøka var fyri hesum.

Tá var gjørt av, at kalla inn til fund at endurstovna felagið skjótast gjørligt.

Hesin fundur bleiv hildin týskvøldið 5. desembur.

Væl av fólki var møtt til fundin at endurstovna Stranda sjónleikarafelag, sum var í bygdahúsinum á Strondum. 

Alexandur Johansen bjóðaði vælkomin, og var orðstýrari á fundinum. 

Fólk vóru spent at manna stjórn, so tað stóð ikki á at manna stjórnina.

Vald vóru:

Turið Dyssegaard forkvinna, Vár Hjørleivsdóttir Johansen næstforkvinna, Marjun á Fríðriksmørk skrivari, Jan í Giljum kassameistari og Nicolina í Lág Jøkladal stjórnarlimur.

Tiltakslimir eru Hansa Olsen og Marita á Fríðriksmørk.

Svenn Berg sum hevur haft ábyrdina av felagnum síðani stjórnin legði frá sær fyri gott 20 árum síðani, takkaði fyri seg, og ynskti nýggju nevndini til lukku. 

Sjóvar kommuna gleðist um, at stjórn aftur er vald til felagið, og ynskir felagnum blíðan byr.

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. mai 2025
Kveikingar-tiltak um epla- og grønmetisveltur
01. mai 2025
Leigulendi til veltu
01. mai 2025
Ruddingardagur 10. mai
29. apr 2025
Staðarnøvn á Selatrað
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. apr 2025
Kunngerð um broyting í byggisamtykt
28. apr 2025
Kvinnucafé í Café Bella 4. mai, kl 15:00
28. apr 2025
Flaggdagshald 2025, røða og myndir

Send boð til Sjóvar kommunu