Tíðindi

05. sep 2023

STÓR HÚSARHALD OG SERLIGUR TØRVUR


Í ávísum førum kunnu húsarhald hava tørv á fleiri posum enn teimum, sum eru fevnd av limagjaldinum hjá kommununi til IRF. Í slíkum føri kunnu borgarar søkja kommununa um eyka posar.

Eru tit fleiri enn seks fólk í húsi, ella hava tit serligan tørv, t.d. fleiri, sum brúka blæðu, hava tit rætt til eyka posa. Hesar fært tú við at venda tær til kommunuskrivstovuna innan fríggjadagin 8. sep., so vit kunnu geva IRF ein dagførdan lista.

Hevur tú áður fingið eyka posar og ikki hevur tørv á hesum longur, verður tú biðin um at siga okkum frá á tlf. 472727 ella við telduposti á sjk@sjovar.fo

Hevur tú áður fingið eyka posar og enn hevur sama tørv, er ikki neyðugt at siga okkum frá.

Tað áliggur einstøku kommununi:
• At gera og dagføra lista yvir borgarar við tørvi á eyka posum
• Leypandi at kunna IRF um broytingar í listanum, so IRF hevur greiðar karmar at arbeiða útfrá.

IRF veitir bert eyka posar til húsarhald, sum standa á listanum hjá kommununi.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. mai 2025
Kveikingar-tiltak um epla- og grønmetisveltur
01. mai 2025
Leigulendi til veltu
01. mai 2025
Ruddingardagur 10. mai
29. apr 2025
Staðarnøvn á Selatrað
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. apr 2025
Kunngerð um broyting í byggisamtykt
28. apr 2025
Kvinnucafé í Café Bella 4. mai, kl 15:00
28. apr 2025
Flaggdagshald 2025, røða og myndir

Send boð til Sjóvar kommunu