Tíðindi

04. sep 2023

Tekniskur leiðari í 20 ár

1. sep. vóru 20 ár síðani Tummas Johannesen byrjaði í starvi sum tekniskur leiðari hjá Sjóvar kommunu. 

Tummas, sum er strandingur av Skála (ella skálamaður á Strondum) hevði tá verið í øðrum starvi í 12 ár, og sum hann sjálvur sigur, so hevði hann verðins besta starv, men valdi tó at senda eina umsókn tá Sjóvar kommuna skuldi hava nýggjan tekniskan leiðara. Tummas fekk starvið, "og tá fekk eg aftur verðins besta starv", sigur hann. 

Fyribils hevur hann so verið í hesum verðins besta starvi í 20 ár, og tað hátíðarhildu vit við einum lítlum morgunmatarborði á skrivstovuni í morgun. Borgarstjórin segði nøkur orð og handaði Tummasi eina gávu. 

Vit takka fyri fyrstu 20 árini, og gleða okkum til fleiri afturat.

Sjóvar kommuna

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. mar 2026
Broyting í ruskinn­savning­ini í viku 14 og 15
27. mar 2026
Leikurin Upphav í bio-salinum í bygdahúsi­num á Strondum
26. mar 2026
Kommunustýrisfundur 30. mars, kl. 17:00
23. mar 2026
Konfirmatión í Sjóvar kirkju 29. mars
20. mar 2026
Valfundur í bygdahúsi­num á Strondum
17. mar 2026
Ársaðalfundur hjá Stráluni
17. mar 2026
Valevnislistar til Løgtingsvalið 2026
17. mar 2026
Valevnalistar til fólka­tingsvalið 2026

Send boð til Sjóvar kommunu