Tíðindi

25. aug 2023

Stranda talvfelag stovnað

Mikukvøldið 16 august var kunningarfundur um ætlaninar at endurstovna Stranda talvfelag.

Nakað av fólkið var møtt til fundin, bæði børn og vaksin.

Petur Meinhard Magnussen greiddi frá um hansara hugsan um felagið, og hvussu talvfelagið vantandi kom at virka.

Serligani er tað barnaarbeiði, sum ætlanin er at leggja stóran dent á, har tey vera upplærd, og fáa regluligar venjingar. Eisini verða venjingar fyri vaksin, og at melda eitt lið til liðkappingarnar.

Fólk vóru sera jalig fyri hugskotinum, og at fáa talvfelag aftur til Strendur.

Á fundinum tóku fólk undir við at stovna Stranda talvfelag.

Tað gekk bara ein lítil løta, so høvdu 5 fólk tekna seg til at sita í nevndini fyri stovnandi talvfelagið.

Stranda talvfelag er nú stovnað, og hevur nevndin nú haft sín fyrsta fund, og hava tey skipað seg soleiðis.

Forkvinna er Hildigunn Ellingsgaard
Næstformaður og skrivari Petur Meinhard Magnussen
Kassameistari Abraham Dalslíð
Nevndarlimur Suni Ernstsson
Nevndarlimur Tummas Eli JoensenÁ

Eisini hevur nevndin tikið avgerð, um at melda eitt lið til liðkappingina

Stranda talvfelag kemur at hava venjingar í Stranda skúla.

Í næstum fer talvfelagið at kunnað um venjingartíðir, hvussu ein kann gerast limur, og aðra praktiska kunning.  

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. mar 2026
”Saman um bygdina” – Nýggj stuðuls­skipan til smærri alment gagnligar verkætlanir
13. mar 2026
Løgtingsvalið - brævatkvøður og valkort
13. mar 2026
Fólka­tingsvalið - brævatkvøður og valkort
11. mar 2026
Fríðuf­løtur stongdur mikudagin kl 8:30-10:30
06. mar 2026
Vallistar
06. mar 2026
Ástaðarfundur um minnisstei­nar í Kolbeinagjógv
06. mar 2026
Havnaútbyggingin á Hulki
05. mar 2026
StÍF skipar fyri vørutombola og eydnuhjóli

Send boð til Sjóvar kommunu