Tíðindi

11. jul 2023

Torgið í Heygsstøð

Sjóvar kommuna hevur tikið stig til at seta eitt sølutorg upp í Heygsstøð.

Torgið er ætlað øllum tykkum, sum hava hug at selja ella keypa matvørur. Hetta kann t.d. vera fiskur, kjøt, grønmeti, pylsur, súltutoy og annar matur. Bert hugflogið setir mørk.

Tað er MEST, sum hevur sniðgivið og gjørt søluborðið, og Hans Pauli Jacobsen, arbeiðsmaður hjá Sjóvar kommunu, hevur gjørt húsið og borðið at hagreiða matin á.

Fyri at fáa gongd á nýtsluna av Torginum hevur Sjóvar kommuna heitt á Rósing Thomsen at selja fisk har í dag. Rósing er til útróðrar í løtuni og verður aftur kl. 17. Í tí sambandi verður søla av feskum fiski í dag, 11. juli, frá kl. 17-18. Minnist til at hava reiðan pening við. Øll eru annars vælkomin framvið í dag at hyggja at Torginum.

Í fyrstu atløgu kunnu tit lýsa á "Strandingar á facebook" og aðrastaðni, tá tit ætla at selja. Um søluvirksemið tekur dik á seg, gera vit ein bólk á facebook til endamálið. Tað er frítt at selja, og ikki er neyðugt at boða kommununi frá. 

Vit vóna, at tit taka væl ímóti Torginum, og at virksemi javnan verður at síggja har. 

Myndir av Torginum síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð
13. apr 2026
Kvøldskúla­framsýningin 2026 í myndum

Send boð til Sjóvar kommunu