Tíðindi

01. jun 2023

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Lítlafløtt

Námsfrøðingar til Lítlafløtt

Søkt verður eftir:
- einum námsfrøðingi at arbeiða 35-40 tímar um vikuna, frá 7. august 2023. Starvið er tíðaravmarkað til 1. maj 2024

- einum námsfrøðingi at arbeiða 35-40 tímar um vikuna, frá 7. august 2023. Starvið er tíðaravmarkað til 31. juli 2024

- einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna, frá 7. aug 2023. Starvið er tíðaravmarkað til 31. juli 2024

- einum námsfrøðingum at arbeiða 35-40 tímar um vikuna, frá 7. august 2023

- tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um vikuna, frá 7. august 2023

- einum námsfrøðingi at arbeiða 24 tímar um vikuna, frá 15. aug 2023. Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2024

- eisini søkja vit eftir sjúkra- og feriuavloysarum

Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja størvini

Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi

Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi - eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, kann hjálparfólk verða sett.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747  
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo 

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. juni 2023, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo ella:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
02. des 2025
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
27. nov 2025
Opið Atelier undir Torvbrekku
26. nov 2025
Jólasølan hjá Barna­ringi­num
26. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24.11.2025
26. nov 2025
HM-dystir í bygdahúsi­num á Strondum
25. nov 2025
Fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt. Frágreiðing frá borgar­stjóra­num.
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 20.11.2025
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 22.10.2025

Send boð til Sjóvar kommunu