Tíðindi

26. mai 2023

Rottangatøming Innan Glyvur

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í komandi viku  (Viku 22) at tøma rottangar á Skála og Innan Glyvur.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at borgarar ikki sjálvir loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan, og harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá IRF, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

IRF heitir tí á fólk um at tryggja:

·         at tangin er lættur at koma til

·         at tað er grivið væl frá rundan um lokið

·         at lokið er væl fest, men lætt at loysa

·         at lokið er trygt og heilt

·         at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. mai 2025
Kveikingar-tiltak um epla- og grønmetisveltur
01. mai 2025
Leigulendi til veltu
01. mai 2025
Ruddingardagur 10. mai
29. apr 2025
Staðarnøvn á Selatrað
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. apr 2025
Kunngerð um broyting í byggisamtykt
28. apr 2025
Kvinnucafé í Café Bella 4. mai, kl 15:00
28. apr 2025
Flaggdagshald 2025, røða og myndir

Send boð til Sjóvar kommunu