Tíðindi

28. apr 2023

Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúlaframsýningini 2023

Sunnudagin 23. apríl 2023 var árliga kvøldskúlaframsýningin hjá Stranda kvøldskúla.

Í vetur hava 16 ymisk skeið verið á skránni hjá kvøldskúlanum, og nógv ymiskt er komið burturúr. Alt kann tó ikki sýnast fram, og tí luttaka ikki øll skeiðini til framsýningina.

Mariann D. Poulsen setti kvøldskúlaframsýningina í ár, og Stranda Sangkór, sum eisini er partur av kvøldskúlanum, sang í tveimum umførum nakrar sangir. Setanarrøðan hjá Mariann kann lesast niðanfyri.

Eftir setanina var møguligt at fáa sær køku og kaffi, ímeðan ein kundi njóta hugtakandi framsýningina.

Niðast í greinini eru nakrar myndir frá framsýningini, har til ber at síggja ymiskt av tí, sum kvøldskúlanæmingar hava framleitt í vetur.

Setanarrøðan hjá Mariann:

Setan av framsýningini hjá Stranda kvøldskúla 23. apríl 2023.

At skapa burtur úr lítlum og ongum hevur altíð ligið væl fyri hjá føroyingum. Fyrst og fremst tí tað var neyðugt, tí lítið var til at taka, men gleðin við at skapa og at vera saman um verkið hevði eisini stóran týdning. Í dag man tað seinna mest gera seg galdandi. Men tað ger ikki verkið minni gott og neyðugt.

Fólkaheilsuráðið hevur slagorðið: ver virkin, ver saman, ver hugbundin og tað skal vera uppskriftin til góða sálarheilsu.

Tað at kunna vera virkin hevur stóran týdning fyri okkum menniskju. Um vit bara sita og onki gera, følna vit. Vit eru skapað til at vera í gongd og menna okkum. Fólk, sum eru virkin – kropsliga, sosialt, sálarliga ella andaliga – eru glaðari og klára betri at møta avbjóðingum í lívinum enn tey, sum eru óvirkin. At vera virkin kann eisini minka um sálarligan angist og tunglyndi. Og at vera virkin í kvøldskúlanum, er sanniliga at vera virkin.

At vera partur av einum felagsskapi – at hoyra til onkrastaðni – er ógvuliga týðandi fyri okkara sálarheilsu og menning. Tí leggja vit í skúlanum til dømis stóra orku í, at allir næmingar skulu kenna seg væl í skúlafelagsskapinum. Ikki soleiðis, at øll skulu vera bestu vinir, men at felagsskapurin er góður og gevandi, so hvør einstakur fær høvi til bæði at geva og fáa í felagsskapinum. Felagsskapurin, sum tit hava verið partur av gjøgnum veturin, hevur vónandi eisini verið góður fyri tykkara sálarheilsu. At møta og koma at kenna ymisk menniskju, sum tit kanska frammanundan ikki kendu ella vóru ofta saman við. Og so kunna práta og flenna saman og á tann hátt læra nýggj menniskju at kenna og virða ymisku meiningarnar og mátarnar at gera tingini uppá, er ógvuliga gott og mennandi fyri hvønn einstakan og ikki minst fyri felagsskapin og bygdaumhvørvið. Tí er kvøldskúlin eitt gott amboð fyri at skapa góðan trivna í kommununi.

At kunna vera hugbundin av tí, sum man ger ella er partur av, er ikki minni gott fyri sálarheilsuna. At kunna fara undir okkurt nýtt og gleðast um úrslitið so hvørt sum man arbeiðir, gevur treysti og áræði at halda fram. At kunnu skapa sjálvur og hjálpa øðrum at skapa. Men eisini at viðurkenna, at arbeiðið eydnast ikki altíð. Endaliga úrslitið gjørdist ikki so gott, sum eg hevði vónað. Men tá er gott at kenna  aldargamla boðskapin í Gamla Testamenti um leirkerasmiðin, sum byrjaði av nýggjum, hvørja ferð eitt ílat miseydnaðist. Hann gav ikki upp, men byrjaði av nýggjum. Hugbundin. Tað er ikki altíð, at úrslitið er tað mest umráðandi. Ofta, ella kanska altíð, er tað sjálv prosessin, sum hevur nógv størri týdning. Alt tað eg læri, meðan eg arbeiði og geri feilir. Og at góðtaka, at mítt arbeiði er ikki líka sum tað hjá síðumanninum. Okkurt megni eg betri enn hann og okkurt verri. Men tað er prossessin, sum mennir meg.

Og tá vit veruliga hava verið virkin og hugbundin, so kunnu vit sanniliga gleðast um úrslitið. Óansæð hvussu tað sær út. Vit hava gjørt okkara besta. Vit kunnu vera nøgd. Og hendan kenslan kann hjálpa okkum til at fara undir okkurt nýtt verk næstu ferð. Kanska okkurt, sum vit ikki hava roynt áður? Tí verður spennandi at fylgja við í, hvat verður á skránni næsta vetur hjá kvøldskúlanum. Kanska skuldu vit tá farið at tekna okkum til okkurt nýtt?

Hendan veturin havi eg gingið til venjing hjá Turið. Tað hevði nú verið spennandi, um vit eisini sluppu við til hesa árligu framsýningina, so tit kundu sæð allar vøddarnar, sum vit hava fingið ???? Nei, tvætl, allarhelst var tað eisini hesaferð soleiðis, at prosessin hevði nógv størri týdning enn úrslitið ???? Men hvør veit, hvat fer at verða víst fram næstu ferð framsýning verður?

Fyrstu ferð eg fór á kvøldskúla gekk eg í 9. flokki. Eg og nakrar vinkonur fóru at gera okkum fyriklæði og turriklæði til føroysku klæðini, og tey brúkti eg, tá eg fekk fólkskúlaprógvið. Karla hjálpti okkum sera væl, og uttan hana høvdu tey helst ikki blivið liðug. Men sera stolt var eg, tá eg fyrstu ferð fór í tey og kundi reypa um, at eg sjálv hevði gjørt tey. Og mong munnu tey vera, sum hava havt somu kenslu sum eg. Eisini í dag. Viðurkenni tykkum sjálvi, klappið tykkum á herarnar og haldið á fram við at vera virkin, vera saman og vera hugbundin – eisini komandi vetur. Tað eri eg í øllum førum noydd at fara at hugsa um, tí tey føroysku klæðini eru langt síðani vorðin alt ov lítil ????

Takk til Stranda kvøldskúla fyri høvi at standa her í dag, og takk tit mongu, sum taka á tykkum at skipa so fyri, at onnur kunnu læra av tí, sum tit duga. Tað er ógvuliga gott og ríkt fyri Sjóvar kommunu og fólkið, sum her býr, at eiga ein virknan kvøldskúla.

Við hesum orðum er kvøldskúlaframsýningin 2023 sett.

Takk fyri!

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur
25. sep 2023
Sjóvar kommuna vann gull
11. sep 2023
Stuðuls­renning hjá St.Í.F, 4. sep. 2023
04. sep 2023
Tekniskur leiðari í 20 ár

Send boð til Sjóvar kommunu