Tíðindi

26. apr 2023

Flaggrøðan og flaggdagshaldið 2023 í myndum

Flaggdagin var, sum siður hevur verið seinastu nógvu árini, flaggdagshald fyriskipað á Strondum.

Fólk møttu við Sjóvarlon, og haðani var gingið til bygdahúsið, har sjálvt haldið varð fyriskipað. Í ár gekk Otto Thomsen fremstur sum flaggberari.

Uttanfyri bygdahúsið bjóðaði varaborgarstjórin Jóannes Markná vælkomin, áðrenn Jógvan Óli á Fríðriksmørk helt flaggrøðuna. Røðan kann lesast longri niðri í greinini.

Eftir hátíðarløtuna úti í kuldanum, vóru øll boðin inn í fjálga bygdahúsið til køku og bygdaquiz.

Myndir frá flaggdegnum síggjast niðast í greinini. Lydia Frederiksberg, Myndin, hevur tikið myndirnar.

 

Flaggrøðan hjá Jógvani Óla á Fríðriksmørk

Gódu áhoyrarar

Tað er mær ein stórur heiður at verða boðin at halda flaggrøðu á Strondum. Takk til fyriskiparar, Bárð, kommununa o.o.

Í grannalagnum, har eg vaks upp inni á Fríðriksmørk, flaggaði Hans Jakku Poulsen, vanliga róptur Bóndin, við Dannebrog, alt sítt lív, til hann doyði. Hann var tað betri enn vit; vit høvdu onga flaggstong til Merkið.

Hann var friðarligur maður, kanska ein lítil originalur, sum dámdi væl frið, og hann gjørdi ongum nakað. Heldur ikki stóra meirilutanum, sum flaggaði við Merkinum.

Nú eru nógv ár síðan Bóndin dróg Dannebrog niður úr flaggstongini fyri seinastu ferð. Og friður verði við tí. Hann venda vit aftur til.

Men flaggdagshald,  hvat er tað fyri nakað?

Í eini 60-70 ættarlið hava vit búleikast í Føroyum. Í trý ættarlið, síðan 1947 hava vit hildið flaggdagin og flaggrøður, serliga í Havn. Og á Strondum hevur tað verið gjørt sum nokkso fastur táttur í  éitt ættarlið. So her er talan um eina nýggja siðvenju, sum byrjar at koma í fasta legu í 1993, - haldi eg. Eftir hetta hevur ongantíð verði stór hol í siðvenjuni.

Reytt hvítt og blátt, - uttan at hava kannað tað -,  munnu verða mest brúktu flagglitirnir -yvirhøvur. Tað franska , russiska, hollendska, kroatiska osfr. Reytt, hvítt og blátt er eisini okkara Merkið. Og øll hava tey sín uppruna úr ymsum tjóðskapar- átrúnar- og mentunarfatanum.

Tá vit síggja eitt flagg, so far tað okkum at hugsa um okkurt ávíst. Vit seta tað í samband við eitt ella annað. Eisini Merki.

Vápnaskjøldrar, religiøs symbolir og fløgg hava røtur langt aftur í tíðina. Tað russiska bleiv brúkt sum handilsflagg á skipum longu fyrst í 1700-talinum. Tað franska fekk sítt gjøgnumbrot undir fronsku kollveltingini í 1789, og gjørdist ímyndin av paroluni: frælsi, javnaður og brøðralag, sum var sprottin úr stórari armóð kúgan og ójavna. Merkið, sum hevur røtur aftur til 1919, og bleiv viðurkent undir seinna kríggið, 25. apríl 1940, og hevur sínar røtur í tjóðskaparligum- og mentunarligum jørðildi. Flaggið stendur í dag sum alment viðurkent, og eingin føroyingur setur spurnartekin við flaggið, sum okkara felags referansa.

Og ein dag sum í dag, hava vit lindi at verða nokkso tjóðskaparromantisk á ein ella annan hátt. Taka aftur í søguna hjá Merkinum, hugleiða um vandasigling undir krígnum, og týdningin av einum felags tjóðskaparligum flaggi, sum savnar og kyrrar. Og í onkrum førum gevur uppdrift.

Haldi eisini, at romantiskt, afturlítandi, savnandi, eitt sindur sjálvshátíðarligt sjálvrós kann verða av tí góða ella stuttligt til ávís høvi. Men tað kann eisini gerast ov nógv, ov onkisigandi, ov nógv upp í saman. Slitið. Og vit kunnu spyrja, fangar tað, tað komandi ættarliðið, og gerst tað ov tunt fyri okkum eldru?

Alt, og eg meini alt, her í tilveruni, snýr seg um javnvág; liverpostei.

Sum tað savnandi elementið, ið flaggið er, er eisini neyðugt her at hava ein javnvág. Tí hava vit t.d. eisini eina flagglóg, sum ásetir, hvussu og hvussu nógv og til hvat eitt flagg kann brúkast. So tað ikki gerst fótatraðk fyri smakkleysum endurtøkum og hykli.  Men tað er torført at lóggeva seg í móti øllum.

Merkið hevur sum áður nevnt ein tjóðskaparliga og mentanarliga uppruna, sum flestu fløgg hava.  Hvat umboðar so flaggið umframt tað tjóðskaparliga, og so alt tað sum hongur uppi við tí?  Tað umboðar sjálvsagt tað vit halda verða rætt og gott onkursvegna.

 Millum teir 124 sum sjólótust undir krígnum, var abbi mín ein. Teir sigldu við fiski úr Íslandi niður til Onglands, tá teir bara blivu burtur. Men teir vóru umboð undir Merkinum, og á tí røttu síðuni í krígnum. Tí gerist eg errin av. Tí tað kravdi dirvi at sigla millum týskar minur og flogfør, sum umboðaðu tey skeivu virðini. Harðskap, nasismuna. Tað illa. Tað skeiva.

Týskarar vóru ernir fyrst í 30’unum. Men stoltleikin og undirluta-kenslurnar tóku yvirhond.

Og tað er altso ikki av tilvild at týskarar aftraðu seg í fleiri ættarlið eftir seinna kríggj, at flagga vit týska flagginum. Teir skammaðust. Stoltleikin var raktur. Ímyndin av ókúvandi raska fólkinum hevði fingið eitt skot fyri bógvin. Og teir rættu ikki ryggin aftur, fyrrenn enn teir fyriskipaðu stórar ítróttarkappingar í fótbólti báðumegin aldaskiftið. Tá tordu týskarar aftur at standa undir flagginum, ernir. Ein long eyðmýkjandi oyðimarkar-gongd var enda, tí teir vóru vavdir inn í eitt tíðarskeið og eitt kríggj, sum øll skammaðust við. Eisini tey, ið onki fingu gjørt.
Eisini danir vóru í eini samleikakreppu eftir kríggið. Eftir at hava havt eitt bein í hvørjari legu. Fyrst rullaðu teir reyða leyparan út fyri nasistunum, fyri síðan at forfylgja sínum egnu eftir kríggið, - teimum, sum undir krígnum, komu týskarum ov nær. Eisini sviar fingu brúk fyri einglablóði.
Tí hevur tað so stóran týdning at umboða tað rætta og  standa røttu megin, tá avgerðir skulu takast og samstørv veljast. Og tað er ikki lætt, tá mann ikki hevur ræðið á sær sjálvum.  Av tveimum illum er annað best / eins og mánin / tá hann er heilur ella hálvur. Yrkir Tóroddur

Enn standa vit kortini errin undir Merkinum tá ítróttar- og mentafólk umboða okkum til kappingar og framførslur av ymsum slag. Úti og heima.

·      Vit hava vunnið landsdystir saman, undir Merkinum.

·      Vit hava bora tunnlar og hátíðarhildið hetta, undir Merkinum

·      Vit hava bygt skúlar og hátíðarhildið tað, undir Merkinum

·      Vit hava gjørt avtalur við onnur lond, undir Merkinum

·      Og vit syrgja saman undir Merkinum.

·      Og vit hátíðarhalda høgtíðsdagarnar, undir Merkinum.

·      Og nú spælir StÍF eisini sínar heimadystir við Merkinum undir liðini á Stíf-flagginum.

·      Og í morgin veittrar Merkið undir liðini á føroyska hondbóltslandsliðnum, tá teir fara á vøllin, at royna at basa Ukrainum. Á hondbóltsvøllinum!

-

Við flagginum fáa vit eisini eina støðu í altjóða samfelagnum.  Hvat umboðar Merkið, og hvørji virðir umboðar Merkið?

Eftir at parísbúgvar fóru út á gøturnar í 1789 og settu ferð á tað, sum vit í dag kunnu kalla “vunnin rættindi”  innan alt sum hevur við fólkaræðið at gera í breiðastu merking, eisini virðini frælsi, javnað og brøðralag, standa sum sjálvsagdar súlur undir krossflaggið okkara, Merkinum, eins og hinum norðurlendsku fløggunum. Kanska í størri mun, enn undir trýlitta franska flagginum. Og tað er ein treyt skulu vit kenna eitt fjálgt tilknýti til flaggið.

Tað er ikki nógmikið við skál-talum, pinnamati, føroyskum klæðum, húðarskóm og steypareypi undir Merkinum.  Jóanes Nilsen yrkir,  “Eg eri ein føroyskur nationalistur..., og mær dámar ikki at okkara land meir og meir fær dám av nipsi...”

-

Í dag standa vit øll, tú og eg, okkara kosnu menn, ráharrar, sum kúgv í flóri, meðan russisk, sonevnd fiskiskip, og Nato- fregattir stima upp og niður eftir føroyakortinum. Hvat sker? Spyrja vit, uttan at vita hvør hevur ábyrgd av hesum landi nú ein tvídráttur, sum í ringasta føri kann breiða seg til ein samanbrest stendur í durinum.  Heimurin er eitt talvborð. Í Føroyum telva USA/(Nato) við hvíta fólkinum og Russland við svarta fólkinum. Føroyar eru ein finna á talvborðinum, hon veittrar við Merkinum. Tað duga vit, at veittra. Flaggið veittrar í vindinum, sum ættirnar skifta, og tá tað er logn hongur tað niður við flaggstongini. 

Haldi vit av gomlum vana dúva upp á hjálp frá onkrum øðrum, men danir tykjast at hava nóg mikið við sítt. Klára ikki sínar skyldur, sítt limagjald í Nato, uttan at veðseta Føroyar.
Og undir Merkinum, eru summi eisini farin at rokna upp á, hvørjum tað loysir seg at samstarva við, peningaliga. Og ikki hvørji virði, vit vilja umboða.

-

Paulus sigur um hendan hugburðin, at taka pening fram um sonn virðir. Hann er júst leyslatin úr rómerskum húsavarhaldi, og reikar í Makedónia við nýggja kristna boðskapinum, tá hann skrivar tvey longri brøv til trúfasta vinin og samkomuleiðaran, sum hann hevur sett í Efusos. Hann eitur Timoteus.

Í fyrra brævinum kap.6 v.9&10 skrivar hann m.a.:

Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.

Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.

-

Hørð orð og týðilig myndatala. Og tíðarleys.

Hvussu ynskja vit so, at virðini handan Merkið skulu síggjast?

Fara vit væl um okkara veikastu? Hava vit eitt frælst og burðardygt vinnulív, sum skapar javnbjóðis kapping, og sum er flestum til gagns? Fara vit væl um okkara tilfeingi? Okkara náttúru? Hava vit eina kenslu av, at náttúran er okkara felags ogn, sum vit skulu handfara við skili?

Ella, fara vit um nøkur ár at skammast um, at vit vóru á skeivari síðu, tá søgan verður skrivað. Hava vit misrøkt okkara fiskastovnar? Hava vit gloymt okkara veikastu? Er tað bert tey útvaldu, sum sleppa niðan á  tindarnar, ella hava vit traðkað niður fjøllini?

Fara vit at skamma okkum um Merkið um nøkur ár,, ella eru vit framvegis errin um okkara krossmerki?

At rák og virðir ofta hanga í einum klønum tráði  er alkent. Tað vóru heldur ikki so nógvur dagar ímillum fýrverkið í Jerusalem Pálmasunnudag, til at somu fólk kravdu og fingu Jesus krossfestan Langafríggjadag.

Onki kemur av sær sjálvum, tað er aktuella støðan í Føroyum besta dømið um. Tað krevur ikki góðan sjómansskap at sigla seg í óføri. Eitt er at lesa kort, annað er at føra skip.

Í fleiri ár hava ungfólk valt Føroyar til, heldur enn frá, sum fyri 20-30 árum síðan. Latið okkum halda fast í góðu gongdini at seta tey góðu virðini inn á kontuna undir Merkinum. Virði, sum ikki kunnu etast ella keypast. Men virði, sum vit øll kunnu vera errin um: frælsi, samhaldsfesti og samstørv við onnur, sum vit kunnu verða errin av.

Bóndin inni í Bø, í grannalagnum, sum treiskaðist við Dannebrog til tað seinasta, hann fekk frið at hava sítt flagg og sínar hugsanir. Og eingin hoyrdi øvugt orð frá honum um, at vit onnur flaggaðu við Merkinum.  Hetta tolsemið, so einfalt og nakið,  er, tá alt kemur til alt, kanska nakað av tí virðismiklasta vit eiga í løtuni.

Góðan flaggdag.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu