Tíðindi

17. okt 2022

Myndir frá fjølmentanarligum tiltaki í bygdahúsinum

Leygardagin 15. oktober var eitt fjølmentanarligt tiltak í bygdahúsinum á Strondum. Tiltakið er liður í Fjølmentanarvikuni sum er dagarnar 14.-21. oktober. Skráin fyri Fjølmentanarvikuna sæst her.

Á tiltakinum vístu borgarar úr Sjóvar kommunu ættaðir úr øðrum londum fram ymiskt úr egnum heimlandi.

Bárður Danielsen bjóðaði vælkomin, áðrenn kórið "Silvitni" við Cinthiu Gonzáles Parada á odda framførdu nøkur løg.

Síðani hevði kroatiska Dijana Savic eina stutta framløgu um mentan og siðir úr heimlandinum.

Eftir hetta varð boðið inn í prýddu høllina, har eygu, oyru og smakkleykir fingu forvitnisligar og øðrvísi upplivingar. Her fingu øll vitjandi møguleika at royna mat úr ymsum matmentanum, meðan tey løgdu oyru til orð og tónar úr fjarskotnum londum. Fjølbroyttu smakkiroyndirnar umboðaðu fylgjandi lond: 

  • Kili
  • Peru
  • Kroatia
  • Turkalandi
  • USA
  • Japan
  • Tailand
  • Filippinunum

Sambært Útlendingastovuni búgva 43 tilflytarar úr 19 londum í Sjóvar kommunu - 26 konufólk og 17 mannfólk.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá tiltakinum leygardagin.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
31. jan 2024
Aðalfundur hjá Stráluni
30. okt 2023
Aðalfundur hjá Stráluni
18. okt 2023
Fjølmentan­arligt tiltak á Strondum
29. aug 2023
Aðalfundur hjá StÍF
14. apr 2023
Ársaðalfundur hjá pensjonista­felagnum
08. mar 2023
Eydnuhjól og vørutombola
17. okt 2022
Myndir frá fjølmentan­arligum tiltaki í bygdahúsinum
10. okt 2022
Fjølmentan­arligt tiltak á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu