Tíðindi

30. aug 2022

Hundagarður í Skúlagerði

Hundar í Sjóvar kommunu hava nú eisini fingið spælipláss á Strondum. Omanfyri kommunuskrivstovuna er eitt øki innihegnað, til tess at hundaeigarar kunnu sleppa sínum ferføttu vinum leysum til spæl og rørslu. Økið er góðar 1.200 fermetrar til støddar.

Hundaánarar heittu fyri tíð síðani á Sjóvar kommunu at finna eitt øki til endamálið. Í samskifti við hundaeigararnar er funnið fram til økið omanfyri kommunuskrivstovuna á Strondum. Grasið er sligið tvinnar ferðirnar í summar, og hóskandi hegn er sett upp runt økið. Borð og benkur verða eisini sett upp í næstum. Jónhard Johansen, arbeiðsmaður hjá Sjóvar kommunu, hevur staðið fyri arbeiðnum við hundagarðinum.

Avtalan og ætlanin er, at hundaeigarar sjálvir halda økið, í tøttum samstarvi við kommununa.

Øll eru sjálvandi vælkomin at brúka økið, og vóna vit, at økið verður til stóra gleði hjá borgarum okkara.

Fyri at halda sátt og sóma eru nakrar leiðreglur gjørdar í samband við nýtslu av økinum. Leiðreglurnar verða endurgivnar niðanfyri.

Eisini eru myndir av økinum at finna niðast í greinini.

Leiðreglur:

  • Tak upp eftir hundi tínum.
  • Farið væl um og takið upp eftir tykkum, tá tit fara úr økinum.
  • Tú hevur ábyrgd av egnum hundi, soleiðis at aðrir hundar eisini kunnu nýta økið.
  • Tað er ikki loyvt at lata hundin verða einsamallan í økinum – ábyrgdarpersónur skal verða til staðar.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð

Send boð til Sjóvar kommunu