Tíðindi
06. jul 2022
Summararbeiðið 2022 í myndum
Eins og undanfarin ár hava næmingar við loknum 9. floks prógvi fingið møguleikan at arbeiða hjá kommununi.
Onkur hevur kanska sæð tey runt ymsastaðni í kommununi, har tey hava fríðkað um, málað, sligið, ruddað og gjørt ymisk onnur arbeiði.
Næmingarnir hava nú verið til arbeiðis í tvær vikur og sigast má, at nógv er komið av skafti. Í gjár var seinasti arbeiðsdagur hjá teimum, og tí vóru grillurnar hálaðar fram seinnapartin.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir av teimum ungu í arbeiðshandskum. Tíverri eru ikki øll avmyndaði.
Sjóvar kommuna takkar ungdómunum fyri arbeiðsorkuna, tey hava lagt fyri dagin hesar tvær vikurnar, og ynskir teimum blíðan byr á lívsleiðini.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026