Tíðindi

03. mai 2022

Søkt verður eftir námsfrøðingum

 

Námsfrøðingur til Lítlafløtt

Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt.
·         Fimm námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna
·         Námsfrøðingi/varaleiðara. Talan er um starv, har tú dagliga arbeiðir sum námsfrøðingur, umframt at hava  fyrisitingarligar uppgávur 20 tímar um vikuna
·         Námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna. Talan er um farloyvisstarv til 1. mars 2023
·         Námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna. Talan er um farloyvisstarv til 1. januar 2023

Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið

Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir.
- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747  
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo 

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 17. mai 2022, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo ella:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490  Strendur

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2025
Myndir frá framløguni av staðarnøv­num á Selatrað
25. jun 2025
Ungí arbeiði 2025
26. mai 2025
Myndarøð- Kvinnu­kvøldið 2025
11. mai 2025
Myndarøð frá ruddingar­deg­num 10-5-2025
28. mar 2025
Reisigildi á Hulki
27. mar 2025
Goymslutangar­nir fluttir
10. mar 2025
Myndarøð - oljutangar­nir koma á Hulk
17. nov 2024
Snældan 75 ára stovningardag

Send boð til Sjóvar kommunu