Tíðindi

04. mar 2022

Heiðurssprotar á Strondum

Skipað var fyri hátíðarhaldi í Bygdarhúsinum á Strondum í gjár. Høvið var, at tær báðar, Astrid Anthoniussen og Helena Berthelsen, høvdu fingið í lut frá Hennara Hátignar Margrethu Drotning hvør sín heiðurssprota úr silvuri, nú tær hvør í sínum lagi høvdu verið í vinnu á eldraøkinum í meiri enn 40 ár.

Astrid er av Morkranesi, har hon vaks upp sum eitt av níggju systkjum. Í 1978 byrjaði hon sítt virki á eldraøkinum – sum tá var rópt fyri Heimatænastan økið 3 á vestara armi við Skálafjørðin. Hon byrjaði sum heimahjálp, fyri tað mesta á Strondum, Skála og á Selatrað. Hetta var í tí tíðini, tá ið heimahjálpirnar vaskaðu upp og niður hjá eldri fólki, keyptu inn og matgjørdu. Seinri hevur hon arbeitt á Sambýlinum á Skála og nú arbeiðir hon á Sjóvarlon á Strondum.

Helena vaks upp á Hellunum sum eitt av 8 systkjum. Hon er gift Jónasi Berthelsen, og tey búgva við Sjógv á Strondum. Hon byrjaði eisini at arbeiða á eldraøkinum í 1978. Fyrst sum heimahjálp á Skála og á Strondum. Hon hevur eisini verið leiðari í heimarøktini, og hon er framvegis í starvi á Sjóvarlon. Tær eru báðar bornar í heim hin 8. november 1951.

Undir hátíðarhaldinum heilsaði leiðarin á Sjóvarlon, Gunn Olsen, teimum báðum og takkaði hjartaliga fyri drúgva tænastu og dygdarverk í áratíggju. Formaðurin í stýrinum fyri Roðan, Tórbjørn Jacobsen, fekk síðani orðið, og eftir at hann hevði flutt fram røðu og takka teimum báðum, Astrid og Helenu, fyri øll hesi árini, handaði hann kongshúsins vegna, saman við dagliga leiðara Roðans, Jóngerð Guttesen, heiðurssprotarnar í silvuri. Eftir tað var felagssangur sungin og Hallur, Debbi og Jóanes Símunarson Hansen spældu nakrar sangir fyri teimum, sum vóru møtt fyri at heiðra teimum báðum Astrid og Helenu.

Eitt langt virkisskeið í almennari- og kommunalari tænastu við flógvum lógvum og fjálgum hondum var hóskiliga hátíðarhildið í Bygdarhúsinum á Strondum.

Nakrar myndir frá hátíðarhaldinum síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2025
Myndir frá framløguni av staðarnøv­num á Selatrað
25. jun 2025
Ungí arbeiði 2025
26. mai 2025
Myndarøð- Kvinnu­kvøldið 2025
11. mai 2025
Myndarøð frá ruddingar­deg­num 10-5-2025
28. mar 2025
Reisigildi á Hulki
27. mar 2025
Goymslutangar­nir fluttir
10. mar 2025
Myndarøð - oljutangar­nir koma á Hulk
17. nov 2024
Snældan 75 ára stovningardag

Send boð til Sjóvar kommunu