Tíðindi

17. feb 2022

Kathrina 25 ára starvsdag

Á starvsfólkafundi hjá Lítlafløtti, sum var týsdagin 8. februar 2022, handaði leiðarin, Sóleyð D. Joensen, Kathrinu G. Joensen blómutyssi og flott armbandsur, í samband við hennara 25 ára starvsdag. Sóleyð og borgarstjórin, Artur Johansen, hildu eisini røður fyri Kathrinu.

Í samfull 25 ár hevur Kathrina G. Joensen arbeitt við børnum í Sjóvar kommunu. Hon byrjaði sum dagrøktari tann 1. februar 1997 og helt fram í hesum starvi til dagrøktin bleiv niðurløgd í november 2006.

Tann 6. november 2006 lat dagstovnurin Lítlifløttur upp, og Kathrina hevur, frá fyrsta degi, verið í starvi sum hjálparfólk á stovninum.

Kathrina hevur arbeitt við flestu aldursbólkum, bæði í dagrøktini og á Lítlafløtti. Seinastu árini hevur hon arbeitt í vøggustovu.

Kathrina er álítandi, arbeiðssom, nærverandi og pliktuppfyllandi. Hon er altíð blíð og fyrikomandi og dugir sera væl at taka sær av børnunum. Eisini er hon ein sera góður starvsfelagi.

Vit takka Kathrinu fyri hennara innsats øll hesi 25 árini hon hevur starvast hjá okkum og ynskja henni hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum og alt tað besta í framtíðini. Vit vóna sjálvandi, at hon kann halda fram við sínum gerningi á Lítlafløtti í nógv ár afturat.

Sjóvar Kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. des 2022
Jólamenn á morgunvitan
30. nov 2022
Nýggja frítíðarstovan tekur skap
17. okt 2022
Myndir frá fjølmentan­arligum tiltaki í bygdahúsinum
30. aug 2022
Hundagarður í Skúlagerði
18. aug 2022
11. børn byrjaðu í 1. flokki í dag
06. jul 2022
Summar­arbeiðið 2022 í myndum
01. jun 2022
Nýggj hús reist við Hálsatjørn
28. mai 2022
Ruddingardagu­rin 2022 í myndum
Send boð til Sjóvar kommunu