Tíðindi

20. sep 2021

Burturkast í grótbrotinum

Upp til kommunuvalið 2020, bleiv dúgliga kjakast um, at Sjóvar kommuna brendi burturkast í grótbrotinum vestan fyri Tangan. Nývalda kommunustýrið viðgjørdi skipanina við burturkasti og báli í grótbrotinum, og gjørdi av, at hendan skipanin skuldu avtakast, og at okkara borgarar í framtíðini ikki kundu koyra burturkast at brenna í grótbrotið. Tað var allatíðina ætlanin, at tað bert var reinur viður, ið skuldi í grótbrotið, men tíverri vóru tað nógv, ið ikki føldu seg bundnan at hesi leiðreglu og tóku sær tað frælsi, at koyra dálkaðan við og eisini annað burturkast í grótbrotið. Hetta kann ikki góðtakast, og tí bleiv eisini avgerð tikin um at steðga við hesi skipan.

Sjóvar kommuna skal hervið boða okkara borgarum frá, at SKIPANIN VIÐ BURTURKASTI Í GRÓTBROTINUM ER AVTIKIN, og vit vilja heita á okkara borgarar um at lata burturkastið inn á bingjuplássinum á Hulki.

 

Vinaliga

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. jun 2025
Fyrsta oljan komin í goymslutangarnar
10. jun 2025
Pensjónista­felagið í Sjóvar sókn Útferð til Norð­oyggjar
06. jun 2025
Gleðiliga Hvítusunnu
06. jun 2025
Broyting í ruskinn­savning­ini eftir Hvítusunnuna
03. jun 2025
Ársroknskapur 2024
02. jun 2025
Broyttar leiðreglur í samband við viðgerð av stuðuls­umsóknum
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. mai 2025
Ert tú heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálpar­fólk? Vit leita eftir tær til heimatænastuna!

Send boð til Sjóvar kommunu