Tíðindi

14. jun 2021

Kommunustýrisfundur 14.06.2021

 
Kommunustýrisfundur 14.06.2021
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,  
Súni F. Olsen og  Andras Róin

Umframt:
Tummas Johannesen (Tummas fór av fundinum kl. 18:15)
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:45

 

Mál nr.: 321-3-2021 – lyfta í skúlanum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Lyfta í skúlanum
Avgerð: Málið verður lagt í Tøkni- og býarskipanarnevndina til viðgerð.
 

Jóannes luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 328-12-2020

Mál nr.: 328-12-2020 – umsókn um betri hølisviðurskifti
Reist av: Stranda Ítróttarfelag
Málslýsing: Trivnaðarnevndin mælir til, at leigusáttmáli verður gjørdur við St.Í.F um tvey høli á loftinum í bygdahúsinum
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini og leiga tvey høli á loftinum í bygdahúsinum til St.Í.F.

Mál nr.: 103-3-2021 - barnatannrøktin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til, at uppskotið til sáttmála við Sp/f Tannfegin verður samtykt.
Avgerð: Samtykt at taka undir uppskotinum til sáttmála um barna- og ungdómstannrøkt.


Mál nr.: 104-8-2021 – umsókn um at selja matr. 79ar
Reist av: Byggiráð
Málslýsing: Umsókn um loyvi at selja matr. nr. 79ar til annað felag.
Avgerð: Samtykt at halda okkum til galdandi samtykt og ikki ganga umsóknini á møti.


Mál nr.: 104-7-2021 – umsókn um eykajáttan
Reist av: Roðanum
Málslýsing: Onnur viðgerð.
Avgerð: Eykajáttan samtykt við aðru viðgerð.

Mál nr.: 104-1-2021 – stempulskipan til Lítlafløtt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Trivnaðar- og mentanarnevdin, og fíggjarnevndin mæla til at tikið verður av tilboði upp á stempulskipan.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini og keypa stempulskipan til Lítlafløtt.
 

Mál nr.: 103-8-2021 – skrivstovufólk til umsitingina
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til, at søkt verður eftir skrivstovufólki til kommunuskrivstovuna.
Avgerð: Samtykt at søkja eftir skrivstovufólki til kommunuskrivstovuna.


Mál nr.: 104-10-2019 - musikkskúlaskipanin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Mælt verður til at søkja eftir samskipara til Stranda musikkskúla.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini og søkja eftir samskipara til Stranda musikkskúla.
 

Mál nr.: 541-20-2020 – byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu
Avgerð:
·         Leggja afturat B5 økinum til framtíðar sethúsabygging.

·         Taka burturav B5 øki við Hálsatjørn og leggja tað til J-øki.

·         Matr. nr. 230b Innan Glyvur verður broytt frá B (sethúsabygging) til K-øki (landbúnaður).

 

Uppskot frá Rógva R. Djurhuus: Vinnuøkið Innan Glyvur er alt ov stórt, og biður um at broyta part av C-økinum, niðan fyri Urðarvegin, til B9-øki.

Atkvøðugreiðsla um uppskotið frá Rógva: ein atkvøða fyri, seks ímóti. Rógvi atkvøddi fyri, Artur, Jóannes, Hans Anders, Andras, Steingrím og Súni atkvøddu ímóti.

 

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu samtykt.
 

Mál nr.: 645-1-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Havnaøkið á Hulki
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá arbeiðstakara og leggja betong og armering (20 cm við 8 mm við tveimum løgum av armering) hetta ger, at játtast mugu kr. 370.000 afturat til arbeiðið. Málið verður lagt fyri fíggjarnevndina til viðgerðar.

Mál nr. 103-7-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vaskifólk til Stráluneystið
Avgerð: Fimm umsóknir komu inn. Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini og seta ein av umsøkjarunum.

Artur luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 103-6-2021

Mál nr. 103-6-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Søkt verður eftir arbeiðsfólki
Avgerð: Fýra umsóknir komu inn. Samtykt at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini og seta tveir av umsøkjarunum.
 
 



 
 
 
 
 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu