Tíðindi

26. apr 2021

Flaggdagshaldið 2021 - Myndir og flaggrøðan

Sera nógv fólk høvdu leita sær til flaggdagshaldið í bygdahúsinum í gjár. Byrjað varð við skrúðgongu frá Sjóvarlon. Í ár gekk Gullfinn fremstur við Merkinum, saman við St.Í.F.-kvinnunum. 

Elin Henriksen helt flaggrøðuna í ár - røðan kann lesast niðanfyri.

Myndir frá flaggdagshaldinum liggja niðast í greinini.

 

Røðan hjá Elini Henriksen:

 

Góðu áhoyrarar.

Hvat er eitt flagg? Eitt toy við ymsum litum í ávísum mynstri. Litirnir og mynstrið kunnu eisini vera prentaðir á  pappír, ella málaðir á okkurt.

Um tað var alt, so var eingin orsøk at halda flaggdag. Hesir litirnir og hetta mynstrið eru eitt symbol, eitt merki um nakað nógv meiri og størri.

Flaggið, Merkið, umboðar tað, sum Føroyar eru. Tað umboðar náttúruna, hana, ið vit hava fingið frá Skaparanum sum okkara umhvørvi: oyggjar og hav, fjøll og firðir, áir og fjøra, hagi og hamrar. Loftið, bláa himmalin, sum vit syngja um í flaggsanginum: Sjá tú blánar sum loftið. Enntá veðrið, ið eisini er við í sanginum: men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.

Merkið umboðar eisini alt lívið, sum er her: fuglar og fiskar, neyt og seyð, maðkar og flugur. Tað umboðar menniskjuni, her liva, og alt tað, sum menniskjuni hava lagt aftrat skapanarverkinum: bøur, bygdir og býir, vegir og havnir. Tað umboðar málið, vit tosa saman, sangir og kvæði, søgur, sagnir og sjónleik. Merkið umboðar alla okkara mentan.

Alt hetta, landið sjálvt, lívið í náttúruni, menniskju og mentan, alt hetta tekur Merkið samanum.

Flaggið hjá okkum, reytt, blátt og hvítt krossmerki, setur okkum eisini inn í ein størri samanhang. Krossmerkið hava vit í felag við hini Norðurlondini, og litirnar hava vit í felag við næstu grannar okkara, bæði fyri eystan og fyri vestan. Tað minnir okkum á, at vit eru partur av Norðurlondum, at mentan okkara líkist tvørtur um landamørkini. Og at málini í stórum parti av Norðurlondum hevur somu rót.

Krossmerkið minnir okkum á, at vit ikki eru avbyrgd. Tað setur okkum inn í ein felagsskap við menniskju kring allan heimin. Tað minnir okkum á, at vit sum menniskju eru borgarar í tveimum heimum. Vit eru borgarar í hesum materiella heiminum, sum vit síggja og hoyra rundan um okkum, og vit eru borgarar í andliga heiminum. Krossmerkið minnir okkum á felagsskapin, bæði tann millum menniskju, og tann millum menniskju og Gud.

Merkið minnir okkum á, at til eru virði, ið røkka nógv longur enn hvør einstakur av okkum. Vit eiga alt tað, sum forfedrarnir, bæði her og úti í heimi, hava latið eftir seg. Merkið minnir okkum á at fara væl um alt tað, okkum er givið, og ikki at lata tað forfarast. Hvørt ættarlið ber virðini víðari til næsta ættarlið.

Hvørt ættarlið fær eisini sítt at leggja aftrat førninginum. Eitt av tí serliga, sum hendir júst í okkara tíð, tað, sum núverandi ættarlið hevur at leggja aftrat, er tað, sum verður nevnt alheimsgerð ella globalisering. Vit kunnu fylgja við í øllum, sum hendir í allari verðini, samstundis, sum tað hendir. Og øll verðin kann fylgja við í tí, sum fer fram her hjá okkum.

Tað, sum hendir einastaðni í verðini, fær fylgjur onkra heilt, heilt aðrastaðni. Nøkur kend orð, ið taka saman um hetta, siga, at um ein summarfuglur flákrar við veingjunum einastaðni, kann tað verða til ódnarveður  eina heilt aðrastaðni. Tað eru so nógvir samanhangir, sum menniskju ikki kunnu gjøgnumskoða, so nógv ymist kring heimin, ið ávirkar hvørt annað.

Við alheimsgerðini fylgir eisini, at fólk í stóran mun flyta úr einum landi í annað. Tað kunnu vera nógvar grundir til tað. Kona og maður úr hvør sínum landi hava møtt hvørjum øðrum, eru blivin góð, giftast og flyta til heimlandið hjá øðrum teirra - ella onkra heilt aðrastaðni. Summi flyta fyri at fara undir útbúgving ella at arbeiða, og summi noyðast at rýma undan kríggi og hungursneyð.

Allur heimurin er vorðin ein heild, nógv meiri enn nakrantíð áður. Samstundis eru menniskjuni býtt í óteljandi tjóðir, sum búgva í næstan 200 ymsum londum, hvørt við sínum flaggi. Flaggið kann vera tað, sum savnar menniskju um felags endamál og felags virði. Men flaggið kann eisini vera tað, sum avmarkar og setur mørk ímillum menniskju. Tann vandin er eisini til staðar, at lond og tjóðir lata seg aftur um sín egna felagsskap og sína egnu mentan. Lata seg aftur soleiðis, at rúm ikki er fyri øðrum enn tí og teimum, sum frammanundan eru partur av landinum ella tjóðini.

Í summum londum er tað tíverri blivið soleiðis, at flaggið, ið skuldi vera tað, sum savnaði fólkið í landinum, er blivið symbol hjá teimum, sum royna at útihýsa øðrum. Tað harmar sjálvandi øll tey, sum heldur vilja hava flaggið sum savnandi og fevnandi symbol.

Tað kann vera ymist, hvørjar kenslur Merkið vekir í okkum. Kanska hugsa tey yngstu mest um ítrótt og kappingar. Ja, tað eru ikki nógvir dagar, síðan fløggini veittraðu í høllini fyri einum tí størsta ítróttarbragdinum her á staðnum, og hjartaliga til lukku við tí, StíF! Tey ungu hugsa kanska um stevnur og ólavsøku, og tey vaksnu um flaggið, sum verður vundið á fulla stong í gleði og hálva stong í sorg.

Hjá mær hanga kenslurnar, sum Merkið vekir, óloysiliga sama við skótalívinum. Eg var íðin KFUK-skóti sum barn og ung, og hvar vit enn fóru við skótunum, so var flaggið við; ikki einans til skrúðgongur á grækarismessu og flaggdagin. Hvørja ferð, vit vóru á legu ella høvdu okkurt tiltak, tá Merkið var vundið á stong, sungu vit eitt ørindi úr sanginum hjá Hans Andriasi Djurhuus, Prúða land mítt. Tað var hetta ørindið:

                      Lær meg fram um alt at gloyma meg og mítt,

                      tá tað ræður um at verja merki títt,

                      lat meg teljast millum tey, ið berjast tá,

                      aldri víkja tínum fagra merki frá.

Her snýr tað seg sjálvandi ikki einans um sjálvt Merkið, flaggið, men um alt tað, sum tað umboðar. Alt tað, ið er størri enn hvør einstakur okkara. Men: um tað at verja Merkið verður fatað soleiðis, at tað er at hava nóg mikið í okkum sjálvum og ikki loyva øðrum menniskjum og øðrum mentanum inn í felagsskapin, so er okkurt, sum vit hava misskilt. Tað snýr seg tvørturímóti um at kenna og vera góð við tað, sum er okkara, bæði landið, bygdina, málið og mentanina. Harvið kunnu vit bjóða øðrum, sum koma higar, við inn í felagsskapin. Harvið nýtist okkum ikki at vera bangin fyri at fara um koll, men kunnu møta hvørjum øðrum við virðing og læra hvør av øðrum.

Tað er mín vón, at Merkið og alt tað, sum tað umboðar, ongantíð fer at verða útihýsandi og lata seg aftur um seg sjálvt, men at tað kann vera opið og fevnandi, soleiðis at øll, sum her liva, kunnu føla seg væl og vælkomin, uttan mun til trúgv, húðarlit, mál, mentan, kynsligan samleika ella hvat vit annars kunnu finna upp á at bólka menniskju eftir. Menniskju eru vit øll, og hvør einasta menniskja hevur ómissandi virði. Tað er eisini eitt av tí, sum krossmerkið lærir okkum. Gævi, at vit eisini megna at liva samsvarandi tí.

Takk fyri.

 

Á Strondum 25. apríl 2021, Elin Henriksen

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl

Send boð til Sjóvar kommunu