Tíðindi

19. apr 2021

Kjartan flytur til svenskan hondbólt

Kjartan Johansen skiftir frá norskum til svenskan hondbólt og skal næsta kappingarár umboða Önnered HK í bestu svensku hondbóltskappingini. Tað skrivar svenska tíðindasíðan handbollskanalen í dag. 

- Tá eg fekk fyrispurningin frá Önnered, kendi eg á mær, at mær tørvaði nýggjar avbjóðingar. Eg vóni við hesum framhaldandi at kunna menna meg sum hondbóltsspælari, samstundis sum eg kann hjálpa nýggja felagnum fram á leið, sigur Kjartan Johansen við heimasíðuna.

Kjartan Johansen er 25 ára gamal og hevur seinastu árini leikt við Viking Stavanger í norsku kappingini. Seinastu árini hevur Kjartan ment seg til at verða ein av fremstu hondbóltsleikarunum í Føroyum.

- Við Kjartani hava vit funnið ein spennandi ungan leikara, sum hóast sín unga aldur, hevur drúgvar royndir, bæð í bestu norsku deildini og eisini sum landssliðsleikari fyri Føroyar, sum í løtuni kappast við Russland, Ukreina og Kekkia, sigur stjórin í svenska felagnum, Johan Sylwan.

Vit ynskja Kjartani bestu eydnu við nýggju avbjóðingini í Svøríki.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. mai 2024
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 2024
17. mai 2024
Faroese as a language course for adult newcomers 2024/­2025
16. mai 2024
Ruddingardagu­rin útsettur vegna verkfall
16. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgv­ingar­degnum
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
15. mai 2024
Eingin almenn svimjing vegna verkfall
15. mai 2024
Ruskplássið stongt vegna verkfall
13. mai 2024
Seks kommunur seta fólka­talsmet

Send boð til Sjóvar kommunu