Tíðindi

22. feb 2021

Gentur 12 og dreingir 14 steypavinnarar

Gentur 12 og dreingir 14 hjá St.Í.F. eru steypavinnarar í hondbólti. Hetta gjørdist greitt í vikuskiftinum, tá steypafinalurnar í hondbólti í øllum aldursbólkum vóru avgreiddar í høllini á Hálsi.

Genturnar hjá St.Í.F høvdu leikt seg í finaluna í b-bólkinum hjá gentum 12. Í finaluni leygardagin møttu tær H71c, og vunnu okkara gentur 12-10. Finalan var avbera spennandi, men okkara gentur drógu longra stráið, og kunnu tí kalla seg steypavinnarar.

Dreingirnir høvdu leikt seg í finaluna í b-bólkinum hjá dreingjum 14. Finalan hja dreingjunum varð leikt í gjár, sunnudagin, og okkara dreingir 28-26 ímóti ÍA. Dysturin var sera spennandi, og neyðugt varð við longdari leiktíð tvær ferðir, áðrenn okkara dreingir kundu kalla seg steypavinnarar.

Sjóvar kommuna ynskir gentunum og dreingjunum hjartaliga til lukku við steypasigrunum.

Felagsmyndir av glaðu steypavinnarunum síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð

Send boð til Sjóvar kommunu