Tíðindi

15. jul 2020

Heiðurslønir latnar á Landsfundi FURs 2020

Á landsfundinum hjá FUR 4. juli 2020 handaði Rói B. Poulsen heiðurlønirnar,
sum stjórnin hevur avgjørt at lata til Astrid Joensen, Havnar KFUK skótar,
Alisu Hammer, Blái Krossur Ungdómur og Áslakur Heinesen, Skótabólkurin Lervíks Páll.


Astrid Joensen, Havnar KFUK skótar fyri at vera ein sonn eldsál fyri
Havnar KFUK-skótar og alla skótarørsluna.
Astrid hevur ein livandi áhuga fyri skótarørsluni sum heimsumfatandi felagsskapi,
og hevur skipað fyri og verið á nógvum legum og túrum í Føroyum og kring allan heimin.
Astrid hevur stóra námsfrøðiliga vitan, er virkisfús, kreativ og stuðlandi og tekur
stóra ábyrgd bæði hjá Havnar KFUK-skótum, Føroya KFUK-skótum og í Føroya Skótaráði.


Alisa Hammer, Blá Krossur Ungdómur fyri at gera eitt sera stórt arbeiði ímillum
børn og ung, sum koma frá heimum, ið hava rústrupulleikar. Alisa er eitt menniskja
við einum stórum hjarta, sum gevur alt fyri at hjálpa einum mestsum ósjónligum
bólki í okkara samfelag – børnum, ungum og familjum hjá fólki, ið hava trupulleikar
við rúsdrekka.- og rúsevnum.

Áslakur Heinesen, Skótabólkurin Lervíks Páll fyri sítt megnar arbeiði í KFUM
skótabólkinum Leirvíks Páll. Áslakur hevur serstakliga gott tak á børnunum og
leggur stóran dent á, at læra børnini at verða sjálvbjargin, at kenna ábyrgd og
harvið gerast dugnaligir samfelagsborgarar, sum er partur av endamálinum hjá
KFUM skótunum í Føroyum. Í 45 ár hevur skótabólkurin havt gleði av arbeiðinum,
sum Áslakur hevur lagt í skótarnir, og hetta hevur uttan iva eisini havt eina
jaliga og mennandi ávirkan á lívið hjá nógvum børnum og ungum.

kelda: fur.fo

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
20. mar 2026
Valfundur í bygdahúsi­num á Strondum
17. mar 2026
Ársaðalfundur hjá Stráluni
17. mar 2026
Valevnislistar til Løgtingsvalið 2026
17. mar 2026
Valevnalistar til fólka­tingsvalið 2026
13. mar 2026
”Saman um bygdina” – Nýggj stuðuls­skipan til smærri alment gagnligar verkætlanir
13. mar 2026
Løgtingsvalið - brævatkvøður og valkort
13. mar 2026
Fólka­tingsvalið - brævatkvøður og valkort
06. mar 2026
Vallistar

Send boð til Sjóvar kommunu