Tíðindi

28. mai 2020

Nýggjur varastjóri í Stranda skúla

Nú skúlaárið endar, hevur Petur Jákupsson valt at siga seg úr starvi sum varaskúlastjóri. Hann heldur tó fram sum tímalærari í smíð í hádeildini.

Petur hevur verið í starvi í Stranda skúla síðan 1981 og hevur verið varaskúlastjóri síðan 1999.

Vit takka Peturi hjartaliga fyri tíðina, hann hevur verið lærari og varaskúlastjóri og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

Søkt varð eftir nýggjum varaskúlastjóra at byrja komandi skúlaár. Inn komu fleiri umsóknir, sum vórðu viðgjørdar í setanarnevndini. Í henni eru formaðurin í skúlastýrinum, eitt umboð fyri kommununa, álitisfólkið á skúlanum og skúlastjórin.

Tað er ein samd setanarnevnd, sum hevur sett Mariann Djurhuus Poulsen í starv sum varaskúlastjóri.

Mariann hevur útbúgving sum bankafólk, lærari og cand.pæd.pæd. Hon hevur verið í starvi í Stranda skúla síðan 2002, men hevði styttri farloyvi í sambandi við eftirútbúgving sína. Mariann var eisini í farloyvi, meðan hon í trý ár var varaskúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu.

Vit bjóða Mariann hjartaliga vælkomnari í starvið sum varaskúlastjóri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
17. apr 2024
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 16.04.2024

Send boð til Sjóvar kommunu