Tíðindi
Fundur í teknisku nevnd 23.04.2020
Tekniska nevnd 23.04.2020
Møtt: Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Súni F. Olsen
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 16:30-18:30
Mál nr.: 541-3-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Sundurbýti millum matr. nr. 9 og “ag”
Avgerð: Mælt verður til, at frávik verður givið eftir §17, stk. 4 í matrikullógini, og at ískoytisummæli verður skrivað. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-4-2020
Reist av: Pola J. Hansen
Málslýsing: Gamla missiónshúsið
Avgerð: Tikið av skránni tí bíðað verður eftir uppskot frá nevndini, ið arbeiðir við málinum um, hvat skal henda við gamla missiónshúsinum.
Mál nr.: 541-2-2020
Reist av: Ása Joensen
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtykt
Avgerð: Tikið av skránni. Málið verður tikið upp aftur tá avgerð er tikin um, hvør byggisamtykt verður galdandi fyri Raktanga.
Mál nr.: 544-1-2019
Reist av: Dánjal H. Nielsen
Málslýsing: Vegøksl við Fløtuvegin
Avgerð: Bunga verður løgd í vegin. Tekniska umsiting tekur sær av málinum.
Mál nr.: 542-8-2020
Reist av: Turid Askham
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður gjørt í byggisamtyktini. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 542-11-2020
Reist av: Karstin Justesen
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður givið, treytað av, at granni gevur loyvi. Tekniska umsiting arbeiðir við málinum. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 544-1-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vatn í Follendi
Avgerð: Nevndin mælir til, at tikið verður av tilboði, kr. 118.000,00 uttan MVG. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.: 216-3-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Bygdahúsið
Avgerð: Nevndin mælir til, at tikið verður av innkomnum tilboði. Mælt verður til at seta arbeiðið í gongd og vísir til RS571. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.: 541-23-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Summarhús á Selatrað
Avgerð: Støða kann ikki takast til málið fyrr enn nýggj byggisamtykt fyri økið er klár.
Mál nr.: 541-5-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyta byggisamtykt við Lágarvegin
Avgerð: Nevndin mælir til, at byggisamtyktin fyri matr. nr. 27a á Strondum verður broytt frá sethúsaøki til øki til íbúðarbygging. Lagt fyri kommunustýrið.