Tíðindi

27. mar 2020

Earth Hour í Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna ynskir eisini at luttaka við í Earth Hour 2020, sum verður í morgin, leygarkvøldið 28. mars.

Kommunan luttekur við at sløkkja øll gøtuljós í kommununi, undantikið ljósini á havnaløgunum. Ljósini verða sløkt í tíðarskeiðnum kl. 20.30-21.30. 

Vegna sløkt gøtuljós, verða fólk biðin um at verða sera ansin í ferðsluni hetta tíðarskeiðið.

Earth Hour, ella jarðarinnar tími, er eitt altjóða átak, hvørs endamál er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd og lívfrøðiligt margfeldni. Átakið byrjaði í Sydney í 2007, og einstaklingar, fyritøkur og kommunur í fleiri enn 180 londum luttaka í hesum átakið. Um ein ynskir at lesa meira um hetta átak, kann man trýsta á her.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
17. apr 2024
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 16.04.2024

Send boð til Sjóvar kommunu