Tíðindi

03. mar 2020

Frítíðarkortini útflýggjaði

Í hesum døgum fáa børn og ung millum 6 og 18 ár í Sjóvar kommunu eitt frítíðarkort, ið kann nýtast til ítróttar-, mentanar- og frítíðartilboð. Frítíðarkortini eru í gjár og í dag deild út í Stranda skúla, Frítíðarskúlanum Keldan og Lítlafløtti. Tey, sum ikki eru tilknýtt ein av hesum stovnunum, fáa frítíðarkortið sent við posti.

Frítíðarkortið er ein frítíðarskipan hjá Sjóvar kommunu, og sum ánari av kortinum, fært tú ein ágóða upp til kr. 2.000, ið kann nýtast til at rinda fyri lima- og luttøkugjald í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi.

Sjóvar kommuna hevur í fíggjarætlanini fyri 2020 avsett 450  tkr. til hesa skipan.

Kortið er persónligt og fer vónandi at stuðla undir, at fleiri børn og ung fara luttaka í teimum ymisku tilboðunum, samstundis sum hetta er ein fíggjarligur lætti hjá barnafamiljum.

Skipanin er galdandi í eitt kalendaraár og virkar fyrstu ferð frá 1. januar til 31. desember 2020 - fyrsta árið sum ein royndarskipan. Vit hava tó eina væntan um, at skipanin skal halda fram eftir royndarárið.

Ónýttur peningur við árslok fellur burtur, og nýggj upphædd á kr. 2.000 verður sett á kortið.

Ætlanin er, at skipanin fevnir um alt ítróttar- og frítíðarvirksemi og er ikki avmarkað til virksemi innan fyri kommunumark.

Vónandi fara okkara borgarar, ítróttarfeløg og annað frítíðarvirksemi at taka væl ímóti hesum ætlanum og fara at samstarva væl við okkum, tá ið framtíðar avtalur og treytir skulu setast fyri at tryggja dygdina í tilboðunum.

Hava tit spurningar til skipanina, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til okkum.

Myndir frá løtuni, tá borgarstjórin, Artur Johansen, deildi frítíðarkortini út til børn og ung í Stranda skúla, síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð

Send boð til Sjóvar kommunu