Tíðindi

10. feb 2020

Sig mær eina søgu

Í kvøld, mánadagin 10. februar kl. 18.15 verður "Sig mær eina søgu" aftur á bókasavninum í Stranda skúla.

Í kvøld hoyra vit søguna eftir Astrid Lindgren "Eingir ránsmenn eru í skóginum"  - Elly Djurhuus fortelur.

“Sig mær eina søgu” er eitt tiltak, har vit koma saman á Stranda bókasavni at hoyra barnasøgur. Aftaná eru øll vælkomin at nýta høvið at vitja bókasavnið, sum mánadagar er opið frá kl. 18.00-20.00.

Tiltakið er annanhvønn mánadag.

Øll eru hjartaliga vælkomin - bæði stór og smá.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
17. apr 2024
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 16.04.2024

Send boð til Sjóvar kommunu