Tíðindi
08. nov 2019
Nýggj hús reist á Hálsagøtu
So vóru aftur eini hús reist í Sjóvar kommunu, hesuferð á Hálsagøtu á Strondum. Eigarin av nýggja húsinum er Olaf Gærdum Funderud.
Norðsetur Hús P/F standa fyri byggingini av húsinum.
Eigarin, Olaf, starvast sjálvur hjá Norðsetur, og hevur hann tí reist nógv hús ymsastaðni í Føroyum. Olaf var sjálvur í arbeiðsklæðum í dag, og hann viðgekk, at hóast hann hevði roynt hetta mangar ferðir áður, so var kenslan at reisa síni egnu hús heilt serstøk.
Myndir av húsinum síggjast niðanfyri.
Sjóvar kommuna ynskir Olafi hjartaliga til lukku við reista húsinum.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð
13. apr 2026
Kvøldskúlaframsýningin 2026 í myndum
13. aug 2025