Tíðindi

17. okt 2019

Myndir frá bókaframløgu við Ragnari Danielsen

Í gjár var bókaframløga í bygdahúsinum á Strondum. Bókin, ið løgd varð fram, var "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu" eftir Ragnari Danielsen.

Nógv fólk var møtt til bókaframløguna, og eftirspurningurin eftir nýggju bókini var eisini sera stórur.

Artur Johansen, borgarstjóri, og Justinus Eidesgaard søgdu nøkur orð um bókina og høvundan, og systrarnar Elisabeth á Fríðriksmørk og Joan Sandursdóttir, við fylgispæli frá Fríðu Tummasardóttir Johannesen, sungu sera vakurt tveir sangir.

Til seinast hevði Jógvan Óli á Fríðriksmørk eina samrøðu við høvundan, Ragnar Danielsen, um viðurskifti, sum lesast kunnu um í bókini.

Tey, sum ikki høvdu møguleika at møta til tiltakið, men sum fegin vilja ogna sær bókina, kunnu í dag keypa bókina í bókahandlum.

Myndir frá bókaframløguni síggjast niðanfyri.

Vit ynskja Ragnari hjartaliga til lukku við bókini.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026
Vár við lýggjum vindi- Myndarøð

Send boð til Sjóvar kommunu