Tíðindi
04. jul 2019
Summarsálmasangur
Í gjárkvøldið var summarsálmasangur í Sjóvar kirkju
Í ár høvdu fyrireikararnir valt at syngja løg hjá Ámundi Berthelsen, sum í mong, mong ár var einasti urguleikari í Sjóvar kirkju.
Ámundur, sum eisini var kórleiðari og gjørdi nógv løg, andaðist fyrr í ár, so hetta var eitt gott høvi hjá okkum at minnast hann við løgum, hann hevur ríkað okkara sálmaskatt við.
Tvey av børnunum hjá Ámundi og Jóhonnu, Annelisa og Ásbjørn, sungu fyri og Annelisa hevði eina andakt.
Tá liðugt var í kirkjuni varð boðið til drekkamunn í kirkjuhúsinum.
Myndir frá summarsálmasanginum síggjast niðanfyri
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
17. apr 2026