KOMMUNUVAL 2020

Kommunuval 10. nov., val og atkvøðuteljing
Valið fer fram í bygdahúsinum á Strondum. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:00 og heldur fram til kl. 20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, fer atkvøðuteljingin fram. 

Atkvøðuteljingin er almenn, men aftur her verður heitt á øll um at minnast til almennu tilmælini í samband við Covid-19.

Atkoma til valstaðið

Valt verður í bygdahúsinum og høvuðsinngongdin verður brúkt.
Illa gongd og fólk í koyristóli kunnu brúka inngongdina oman fyri húsið, har rampa er til koyristólar. Hevur tú brúk fyri hjálp at koma inn, verður tú biðin um at ringja til Petur Jákupsson, valstýrisformann, á tlf. 257987.

Um veljari møtir til val og sigur seg ikki føran fyri einsamallan at greiða atkvøðu á ásettan hátt, kann hann fáa hjálp til hetta frá tveimum limum í valstýrinum ella hjálparfólkum.

Um veljari ikki er førur fyri at koma sær inn í valhølið, kann hann krevja, at atkvøðugreiðslan fer fram beint uttan fyri valhølið, og skulu í hesum føri tveir persónar, sum eru limir í valstýrinum ella hjálparfólk vera hjástaddir, og um neyðugt veita honum hjálp við atkvøðugreiðsluni.

Veljarin kann krevja, at annar av persónunum, sum veitir hjálp við atkvøðugreiðsluni, verður skiftur út við ein persón, sum veljarin sjálvur vísir á.

Limir í valstýrinum, hjálparfólk og persónar, sum veljarin sjálvur vísir á, hava tagnarskyldu, tá ið teir veita hjálp.

Kommunuval og Covid-19
Ert tú í sjálvbodnum sóttarhaldi, settur í sóttarhald ella følir teg sjúkan, skalt tú ikki møta á valstaðnum fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið 10. november. Í staðin hevur tú møguleika fyri at akvøða við brævi.

Seinasti møguleiki at greiða brævatkvøðu er í dag, mánadagin 9. november. Tín atkvøðuseðil skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á valdegnum 10. november.

Fyri at greiða brævatkvøðu verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum á tlf. 232728 ella 232729. 

Hvussu sleppa vit undan smittu á valinum?
Nú nógv fólk fara at savnast á sama stað á valdegnum, er tað umráðandi, at vit øll fylgja tilmælunum hjá koronuráðgevingini neyvt. Tí hevur valstýrið skipað fyri, at avkvøðgreiðslan kann fara fram so trygt sum gjørligt fyri bæði veljaran og hjálparfólk.

 

Tað vil í høvuðsheitum siga, at vit:

spritta og gníggja hendurnar væl, tá vit møta á valstaðnum
halda frástøðu í bíðirøðini
steðga ikki á at práta, men finna leiðina beinleiðis út úr valstaðnum eftir atkvøðugreiðsluna
Hvør veljari fær útflýggjaðan ein blýant, sum hann antin kann taka heim við, ella leggja í íløt, sum standa á valstaðnum til tað sama.

Atkvøðuklivarnir verða somuleiðis javnan sprittaðir.
Skermar eru á valborðinum millum veljarar og hjálparfólkini.


Hevur tú spurningar um, hvussu tú skalt bera teg at á valinum, eru hjálparfólkini á staðnum fús at hjálpa.

 

Almennur valfundur í bygdahúsinum 3. nov.

Í sambandi við kommunuvalið, sum verður 10. nov., verður skipað fyri almennum valfundi í bygdahúsinum týskvøldið 3. nov., kl. 19:00.

Valevnini fáa høvi til at greiða frá, hvørjum málum tey ætla at røkka um tey verða vald í kommunustýrið.
Eftir framløgurnar verður høvi at seta valevnunum spurningar.

Tiltakið verður skipað eftir almennum koronatilmælunum, t.v.s., at 70 fólk sleppa inn í stórasal og 40 í biosalin. Tey, sum koma á fundin verða skrásett við navni og telefonnummari.

Fundurin verður stroymdur á heimasíðuni.

 

vegna fyrireikararnar
Hans Petur Jacobsen

Valevnislistar til kommunuvalið í Sjóvar kommunu

Týsdagin 10. nov. 2020 verður val til føroyskar kommunur.
Tá freistin fyri at lata valevnislistar inn var farin, vóru tveir valevnislistar latnir valstýrinum. Valstýrisformaðurin hevur gjøgnumgingið og góðkent valevnislistarnar.

Tey, sum eru uppstillað til kommunuvalið 2020, eru:

LISTI A
ARTUR JOHANSEN, BORGARSTJÓRI, STRENDUR
RÓGVI REINERT DJURHUUS, ELEKTRIKARI, INNAN GLYVUR
SÚNI FORNÁ OLSEN, SKRIVSTOVUMAÐUR, STRENDUR
JÓANNES EGINSSON MARKNÁ, FÍGGJARRÁÐGEVI, STRENDUR
ANDRAS RÓIN, STJÓRI, STRENDUR
ANFINNUR GÆRDUM, KOMMUNUSTÝRISLIMUR, STRENDUR
NOOMI KÁRADÓTTIR RASMUSSEN, TRIVNAÐARSAMSKIPARI, STRENDUR
STEINGRÍMUR JÓSVEINSSON JACOBSEN, NÆMINGUR, STRENDUR
MARJUN Á FRÍÐRIKSMØRK BERBISÁ, VÍSUNDALIGUR GRANSKARI, STRENDUR
PÓL JÁKUP POULSEN, STJÓRI, STRENDUR
DAN ANDRÉ RASMUSSEN, MASKINMEISTARI, STRENDUR

 

LISTI B
LEILA JOHANNESEN, LÆRLINGUR, KOLBEINAGJÓGV
PETUR MARTIN Í KRÓKI, MASKINMEISTARI, STRENDUR
HANS ANDERS JACOBSEN, SKIPSFØRARI, STRENDUR
SONNI JOHANSEN, ÚTRÓÐRARMAÐUR, STRENDUR
RIGMOR MARIA Í KRÓKI RASMUSSEN, LÆRARI, STRENDUR
LÍV JÓNSVEINSDÓTTIR LUDVIG, HJÁLPARFÓLK, STRENDUR
REGINA WEIHE, FERÐALEIÐARI, SELATRAÐ
EGI GOTHARD DANIELSEN, LASTBILFØRARI, STRENDUR

 

Valið fer fram í bygdahúsinum á Strondum. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:00 og heldur fram til kl. 20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Valkort verða send veljarum. 

 

Sjóvar kommuna

 

Val til eldraráðið hjá Roðanum

Týsdagin 10. nov. verður val til eldraráðið hjá Roðanum.

Valt verður í bygdahúsinum á Strondum. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:00 og heldur fram til kl. 20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Valrætt hevur tann, sum er 60 ár ella eldri sjálvan valdagin.

 

Tá freistin at lata valevnislista inn var farin, var ein list við fýra valevnum latin kommununi. Hesi eru:

KÁRA RASMUSSEN, STRENDUR
HELENA BERTHELSEN, STRENDUR
KATHRINA HAMMER, STRENDUR
ELISABETH REINERT DJURHUUS

Valkort verður IKKI sent veljarunum.

 

Sjóvar kommuna

Almennur uppstillingarfundur til kommunuvalið

Týsdagin 10. november verður kommunustýrisval.

Í hesum sambandi verður almennur uppstillingarfundur í bygdahúsinum týskvøldið 6. okt. kl. 19:00

Øll, sum eru valbar og hava valrætt, eru vælkomin á fundin, sum verður hildin eftir almennu tilmælunum í samband við Covid-19 støðuna.

Vegna fyrireikararnar
Hans Petur Jacobsen

Val til Eldraráð í Roðanum


Á seinasta stýrisfundi í Roðanum bleiv samtykt at skipað eitt eldraráð fyri økistænastuna við Skálafjørðin – Roðan, vísandi til løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Avgjørt var at hvør kommuna sær skipar fyri valinum til eldraráðið í samband við kommunuvalið 10. nov. 2020.

Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum teir eldru borgararnar og Roðan, sum er samstarv á eldraøkinum millum kommunurnar við Skálafjørðin.  

Fyri at kunna stilla upp, skal tú vera 60 ár ella eldri, sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum teir persónar, sum skrivliga hava boðað kommununum frá, at teir stilla upp.

Valskeiðið gongur frá 1. januar 2021 og fram til 31. desember 2024.

Kundi tú hugsað tær at stilla upp, skalt tú fylla út hetta skjal –  Stillaralisti til Eldraráðsvalið 2020.

Skjalið fæst eisini á skrivstovunum í kommununum við Skálafjørðin ella á skrivstovuni hjá Roðanum í Runavík. Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum, sum eisini hava valrætt til Eldraráðið, fylgja við.

Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni. Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum.

Valevnisfráboðaninar mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagið mánadagin 20. oktober 2020, kl. 18.00. Persónar á innkomnu valevnisfráboðanum verða førdir á eitt samla yvirlit, ið verður almannakunngjørt.

Eldraráðið verður samansett, eftir viðtøkunum í stýrinum fyri Roðan, eldrasamstarvið millum kommunarnar, eftir hesum leisti: eitt umboð fyri hvørjar 2.000 borgarar, og tí skulu veljast hesir limir:

Sjóvar  kommuna                   1 umboð og 1 varaumboð.

Runavíkar kommuna              3 umboð og 3 varaumboð.

Nes kommuna                        1 umboð og 1 varaumboð.

Eldraráðið skipar seg sjálvt.

Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.

(Nr. 2 vera varalimir hjá Nes og Sjóvar kommunum, meðan 4-5-6 vera varalimir hjá Runavíkar kommunu).

Her eru samtyktu viðtøkurnar fyri Eldraráðið í Roðanum:

 

Viðtøkur fyri Eldraráðið á Skálafjørðinum  - Roðin.

Inngangur:
Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er ásett í § 6, stk. 2, at ”kommunurnar kunnu seta á stovn eldraráð í økinum, sum verða tikin við upp á ráð, tá avgerðir og umnskipanir innan økið skulu fremjast”.

Vísandi til hesa lógarheimild eru kommunurnar við Skálafjørðin -  Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunur blivnar samdar um, at skipa eitt felags eldraráð fyri allan Skálafjørðin, svarandi til tað økið, sum Skálafjarðar Bú- og Heimatænasta – Roðin økistænastan – fevnir um og varðar av.

Frá og við 1. januar 2021 tá ið fyrsta felags eldraráðið fyri Skálafjørðin tekur við, verða kommunurnar í økinum hesr: Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna.

§ 1 – Endamál.
Eldraráðið er ráðgevi hjá Skálafjarðar økistænastu – ROÐIN – og fær í lag samskifti millum eldru borgararnar og Roðan.

Stk. 2.
Eldraráðið verður kunna um tiltøk, sum hava týðning fyri tey eldru, og eigur at samarbeiða við Roðan fyri at tryggja, at atlit verður tikið til ynski og tørv hjá teimum eldru.

Stk. 3.
Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.

§ 2 – Heimild.
Eldraráðið veitir Roðanum ráð í eldrapolitiskum spurningum og virkar sum ein samskiftisstovnur millum borgarar og Roðanum í samband við tilrættalegging av eldrapolitikkinum.

Stk. 2
Roðin eigur at spyrja Eldraráðið um tað, sum viðvíkur teimum eldru.

Stk. 3
Eldraráið kann av sínum eintingum siga Roðanum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum slag.


§ 3 – Starvsháttur Eldraráðsins.
Eldraráið skal kunna seg um ynski og tørv teirra gomlu og um viðurskifti á eldraøkinum.  

Stk. 2.
Eldraráið skal virka fyri áhaldandi kunning til tey eldru um broytingar og nýskipan á eldraøkinum.

Stk. 3.
Eldraráið skal halda fast um og útbyggja samskiftið við Roðan gjøgnum framhaldandi meting av tiltøkum á eldraøkinum og harvið menna og tillaga tey samsvarandi samfelagsmenningina.

§ 4 - Eldraráðsins samanseting.
Íbúgvararnir í hvørjari kommunu velja síni umboð í Eldraráðið, har hvør kommuna fær eitt umboð fyri hvørjar byrjaðar 2000 íbúgvar.

Stk. 1.
Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.

Stk. 2.
Valskeiðið er 4 ár.

Stk. 3.
Limur í ráðnum kann frítakast fyri limaskap eftir áheitan. Avgerð, um limur verður frítikin, tekur Eldraráðið.

Stk. 4.
Um ein limur í valskeiðnum missir valbæri, doyr ella verður frítikin samb. § 4 stk. 4, kemur varalimur inn í tí raðfylgju, teir eru valdir.

Stk. 5.
Er eingin varalimur á listanum at seta ístaðin, verður spurningur um eykaval tikin upp við viðkomandi kommunu.


§ 5 - Val til Eldraráðið.
Val til Eldraráðið er 4. hvørt ár í samband við kommunustýrisvalið.

Stk. 2.
Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í viðkomandi kommunu, sum valdagin hava fylt 60 ár.

Stk. 3.
Valevni, sum ynskja at stilla upp, geva skrivlig boð um hetta í seinasta lagið 4 vikur áðrenn valið verður hildið.

Saman við valevnisfráboðanini skal fylgja við undirskriftir frá minst 2 stillarum, sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið.

Oyðibløð til uppstilling av valevnum eru at fáa á www.rodin.fo  www.nes.fo , www.runavik.fo , og www.sjovarkommuna.fo  ella við at venda sær til skrivtovuna hjá Roðanum, hjá Nes kommununu, Runavíkar kommunu og Sjóvar kommunu.

Stk. 4.
Bara valevni, sum rættstundis hava boða frá, og sum rættstundis hava sent inn stillaralista, kunnu vera uppstillaði.

Stk. 5.
Reglurnar um val til eldraráð – herundir freistir, vallistar, atkvøðugreiðsla, brævatkvøður., kunngerð og uppgerð av valinum, klagur um valið v.m. – vera annars at fylgja teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum og mannagongdum fyri val av kommunustýri.


§ 6 – Stovnan og arbeiðsháttur.    
Eldraráðið skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara á fyrsta fundi eftir valið.

Stk. 2.
Eldraráðið ásetur sjálvt fundarskrá sína, hvussu ofta fundir skulu vera, reglur fyri dagskrá, fundarinnkalling og ráðsins arbeiðshátt.

Stk. 3.
Dagsskrá og fundarfrásøgn skal sendast til leiðsluna í Roðanum. Fundarfrásøgnin er almenn við virðing fyri tagnarskylduni.

Stk. 4.
Tað er sjálvboðið at vera limur í Eldraráðnum.

Samsýning verður ikki latin., men limirnir kunnu fáa endurgjald fyri skjalprógvaðum útreiðslum til ferðing til og frá fundum í Eldraráðnum.

Stk. 5.
Roðin setir eina peningaupphædd á fíggjarætlan síni til virksemi hjá Eldraráðnum.

Stk. 6.
Roðin veitir Eldraráðnum skrivstovuhøli, fundarhøli og skrivarahjálp til 4 árligar fundir.

§ 7 – Gildiskoma og íverksetan.
Viðtøkurnar koma í gildi, tá tær eru samtyktar av stýrinum fyri Roðan.

§ 8 – Broytingar í viðtøkunum.
Eldraráðið ella ein meiriluti, kann koma við uppskoti til stýrið fyri Roðan um broytingar í vitøkunum.

Stk. 2.
Limakommunurnar og Roðan kunnu koma við uppskoti til broytingar í viðtøkunum.

Stk. 3.
Broytingar í viðtøkunum koma í gildið, tá tær eru samtyktar í stýrinum fyri Roðan.


§ 9 – Um at taka Eldraráðið av.
Stýrið fyri Roðan kann til eina og hvørja tíð gera av, at Eldraráðið verður tikið av.
Men áðrenn ein slík avgerð verður tikin, skal málið í góðari tíð frammanundan verða lagt fyri Eldraráið til ummælis.

Stk. 2.
Verður Eldraráðið tikið av, fella allar møguligar ognir v.m. til Roðan.

 

Soleiðis samtykt á fundi í stýrinum fyri ROÐAN.      16    / 09   - 2020 

 

Brævatkvøður til kommunuvalið 10. nov. 2020

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi eina viku áðrenn valdagin. (t.e. 3. november 2020).

 

Kommunuval 2020 - vallistar


Vallistarnir til kommunuvalið 10. november 2020 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligu avgreiðslutíðini frá í dag 05.10.2020 til og við 19.10.2020.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal vera send kommununi í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin.

 

Valrættur og valbæri

Valrætt og valbæri til kommunuval hevur hvør tann, sum:
a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið
b) er tilmeldaður fólkayvirlitinum í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og
c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.

Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.

Valkort verða send veljarunum. Hevur tú eina viku undan valinum ikki fingið valkort ella er feilur í valkortinum, verður tú biðin um at siga okkum frá á tlf. 472727.

Sjóvar kommuna

Eingin myndasøvn

Brævatkvøður til kommunu- og eldraráðsvalið 10. nov.
Sjófólk og onnur, sum ikki hava møguleika at koma á valstaðið, kunnu greiða atkvøðu við brævi.  

Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er mánadagin 9. november.

Ynskir tú at greiða brævatkvøðu, kanst tú koma á kommunuskrivstovuna í vanligari avgreiðslutíð, ella ringja til okkum á tlf. 47 27 27, í seinasta lagi mánadagin 9. nov. kl. 12:00. 

 


Sjóvar kommuna

Eyka kommunustýrisfundur kl. 17:15 í dag
 

Hósdagin 12. nov., kl. 17:15 verður eyka kommunstýrisfundur.

Skrá:

1. Taka støðu til áheitan frá borgara um at fíntelja atkvøðurnar frá kommunuvalinum enn einaferð.

 

Atkvøðurnar frá kommunuvalinum skulu teljast umaftur
 

Kommunuvalið í Sjóvar kommunu gjørdist spennandi. Tá liðugt var at telja, hevði listi A fingið seks manns og á lista B vóru tveir við sama atkvøðutali, so lutakast mátti til.

Sjóvar kommuna hevur síðani fingið áheitan frá borgara um at bera so í bandi, at atkvøðurnar verða taldar umaftur. Kommunustýrið hevur á eyka kommunustýrisfundi í dag, samtykt at ganga áheitanini á møti, og hevur givið valstýrinum boð um at telja atkvøðurnar enn eina ferð.

Valstýrið hevur ikki tikið støðu til, nær teljingin verður, men tað verður ein av fyrstu døgunum.

Teljingin er almen, og lýst verður á heimasíðuni tá atkvøðurnar verða taldar aftur.

Atkvøðuteljing í dag kl. 17:00
Atkvøðurnar frá kommunuvalinum 10. nov. verða taldar aftur í dag.

Teljingin er almen og verður á kommunuskrivstovuni kl. 17:00

 

Valstýrið fyri Sjóvar kommunu

Fínteljingin broytti ikki valúrslitið
Sum samtykt á kommunustýrisfundi í gjár, hevur valstýrið fyri Sjóvar kommunu fíntalt atkvøðurnar frá kommunuvalinum umaftur í dag.

Úrslitið varð, at eingin broyting er í kunngjørda valúrslitinum.

Hesir eru sostatt valdir at stjórna Sjóvar kommunu næstu fýra árini:

Artur Johansen, afturvaldur við 103 atkvøðum,
Adras Róin, nývaldur við 71 atkvøðum, 
Rógvi Reinert Djurhuus, nývaldur við 58 atkvøðum,
Jóannes Markná, nývaldur 53 atkvøðum,
Steingrímur Jacobsen, afturvaldur við 50 atkvøðum,
Súni F. Olsen, afturvaldur við 44 atkvøðum,
Hans Anders Jacobsen, nývaldur við 42 atkvøðum

Valstýrið fyri Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu