Kalendari
21
mai
Útivikan 2022 - Dyppa og svim við Sjógv
Leygardagin 21. mai kl. 10:00 verður tiltakið "Dyppa og svim við Sjógv".
- Stað: sunnanfyri bátahylin við Sjógv – har sum vanliga verður dyppað.
- Øll eru vælkomin – bæði roynd og óroynd, kvinnur og menn í øllum aldri og eisini børn (børnini eru t.d. vælkomin við vátdrakt e.l. – tó er best, um onkur vaksin er við børnunum).
- Vit skifta í tí stóra skiftirúminum - Møguleiki er eisini at skifta í neystinum hjá Elmu og Jón.
- Vit bjóða kaffi, te og køkur, umframt saft til børnini – hav egnan kopp við.
- Vit bjóða eisini kropsskrubban (bodyscrub) eftir dypping.
- Tey, sum ikki hava verið og dyppað fyrr, ivast kanska í, hvat man skal hava við, so her eru nøkur ráð:
- Svimjidrakt/svimjibuksur
- Lastikk til hárið
- Húgvu
- Stórt handklæði
- Handskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga
- Okkurt at standa á, t.d. lítið eyka handklæði
- Stóra fløsku av flógvum/heitum vatni
- Hálvhosur og kanska heita troyggju at fara í aftaná
13
mai
Lítlisalur og køkur útleigað
14
mai
Alt húsið útleigað
15
mai
Lítlisalur og køkur útleigað
16
mai
Alt húsið útleigað
19
mai
Alt húsið útleiga
20
mai
Lítlisalur og køkur útleigað
22
mai
Alt húsið útleigað
23
mai
Alt húsið útleigað