Kalendari

26
mai

Gongutúrur av Selatrað norður í haga - Útivikan 2022

Hósdagin 26. mai kl. 14 verður gongutúrur við ferðaleiðara fyri borgarum í Sjóvar kommunu av Selatrað norður í haga. Seinni partur av túrinum er umborð á sluppini, Norðlýsið. 

Túrurin byrjar við bátahylin á Selatrað. Gingið verður eftir vegnum til Grønabergsrættina, og síðani niðan á Flogið fram við Ærgisgjógv. Haðani verður gingið norður á Høvda, har kagast kann niður í Hagagjógv. Síðan verður gingið eftir Titaryggi niðan undir Grønubrekku, fram við Breiðavatn og norður til Oyrargjógv.

Á veg oman til Hagagjógv, sum er endastøð, ganga vit gjøgnum Gjótustíggj. Við endastøðna er Norðlýsið ferðabúgvin at taka ímóti gongufólkinum, sum verða sigld aftur til Selatraðar. Á siglitúrinum verður suppa bjóðað ferðafólkunum.  

Samlaði túrurin tekur áleið 4 tímar. Gongutúrurin er ein miðal harður fjallatúrur.

Túrurin er ókeypis. Neyðugt er tó við tilmelding á tlf. 232725. Freistin at melda seg er mikudagin 25. mai kl. 12.00. Tað er avmarkað pláss á túrinum, og tí brúka vit ”først til mølle”-prinsippið.

29
apr
Kommunustýrisfundur
27
mai
Kommunustýrisfundur
17
jun
Kommunustýrisfundur
26
aug
Kommunustýrisfundur
30
sep
Kommunustýrisfundur
28
okt
Kommunustýrisfundur
25
nov
Kommunustýrisfundur
16
des
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu