Kalendari

24
May

Gongutúrur við frásøgufólkum í komandi býlingum á Strondum - Útivikan 2022

Gongutúrur við frásøgufólkum verður týsdagin 24. mai kl. 18. Gingið verður gjøgnum fleiri av nýggjastu útstykkingunum á Strondum - Eyrgøtu, við Hálsatjørn, við Nónvarða og Lágargerði.

Áðrenn økini verða løgd við asfalti og betongi, fara vit at ganga runt í umráðnum saman við Hans Eli Jacobsen og Jónhardi Johansen, sum greiða frá og hugleiða um gamlar dagar.

Túrurin byrjar og endar við bygdahúsið á Strondum.

Aftaná túrin verður bjóðað til drekkamunn í kjallaranum í bygdahúsinum.

29
Oct
Kommunustýrisfundur
19
Nov
Kommunustýrisfundur
17
Dec
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu